Koyrilíkindini hava verið stak vánalig kring alt landið seinastu dagarnar. Fyrradagin førdi hetta til, at hesin bilurin hjá varda verkstaðnum Stíggji í Runavík fór út av smala vegnum til Skála.
Fimm fólk vóru í bilinum, og fekk ein teirra so mikið stóran skaða, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Hesin livir væl eftir umstøðunum.
Í ringa kavaverðrinum í gjar hendu fleiri smærri ferðsluóhapp kring tað mesta av landinum, og eisini stóðu fleiri bilar fastir í kavanum omanfyri Kvívík.










