Vánalig jólgáva til pensjónistar

Kommunusamskipan Føroya kann ikki veita trygd fyri, at dagtilhaldini hjá pensjónistum úti um landið ikki verða stongd, nú meirilutin í Løgtinginum hevur samtykt at strika stuðulin - Hetta er ein vánalig jólagáva til pensjónistarnar

Tað staðfestir Kommunusamskipan Føroya, nú Løgtingið hevur samtykt at strikað stuðulin úr landskassanum til dagtilhaldini kring landið.

Endamálið við hesum er at spara fýra milliónir í almennum útreiðslum.

Samstundis væntaði samgongan, at kommunurnar skulu átaka sær at fíggja dagtilhaldini.

Kommusamskipanin átalar harðliga, at løgtingið áleggur kommununum nýggjar útreiðslur, uttan nakra fráboðan ella samráðing yvirhøvur.

Í tíðindaskrivi staðfestir Kommunusamskipan Føroya, at fíggjarætlanirnar hjá kommununum vórðu samtyktar og latnar landsstýrinum farna mánaðarskiftið, og

Av kommununum hevur lagt upp fyri hesum meirútreiðslum til dagtilhald.

- Kommunurnar skulu nú finna nýggja fígging til endamálið eins og skipa dagtilhaldini av nýggjum sum kommunalt ábyrgdarøkið.

Nær hetta arbeiðið er liðugt, og um fígging er fæst til vega í einstøku kommununum, er ómøguligt at siga nakað ítøkiligt um.

- Avleiðingin er, at kommunurnar onga trygd kunnu veita fyri, at dagtilhaldini eru opin eftir nýggjár, men helst verða nøkur tilhald stongd, tí eingin fígging er til taks, sigur felagið.

- Kommunurnar kunnu heldur ikki veita trygd fyri, at verandi virksemið kann halda fram á sama støði.