Higartil í dag hevur eingin flogferðsla verið um Vága Floghavn. Tað er nógvur vindur, og ættin er ikki tilvildar, so fyribils er øll flogferðslan útsett. Á heimasíðuni hjá Vága Floghavn stendur ,at nærri boð koma kl. 16 um flogferðsluna í dag.
Eftir ætlan skuldu 2 flogfør fara og 2 koma í dag.
Vindferðin fer at minka seinni í kvøld, men tað verður sama ætt.