Týsdagin 22. okt. kl. 19.30 skipa Eysturoyar Javnaðarfelag og Samhald (valfelag Sambandsfloksins í Eysturoy) fyri kjakfundi í Muntra í Fuglafirði, har løgtingsfíggjarlógin fyri 2003 verður viðgjørd. At leggja fyri í hesum kjaki hava feløgini fingið Magna Laksáfoss, búskaparfrøðing at geriða frá síni hugsan um búskaparstýringina hjá samgonguni ? bæði núsitandi og tí undanfarnu.
Politikarar gera sínar viðmerkingar
Eisini hava feløgini boðið umboðum sínum í fíggjarnevndini við á fundin. Vilhelm Johannesen, sum er fíggjarnevndarlimum fyri Javnaðarflokkin fer at siga sína hugsan og Johan Dahl, fíggjarnevndarlimur Sambandsfloksins, greiðir eisini frá, hvussu hann og Sambandsflokkurin meta útlitini fyri 2003.
Vánalig búskaparstýring
Magni Laksáfoss hevur í blaðgreinum víst á, at tær báðar samgongurnar hava rikið ein vánaligan búskaparpolitikk og skírir bæði fíggjarlógina og búskaparstýringina fyri eitt makkverk.
Blokkniðurskurðurin sæst aftur
Hóast samgongulimir ferð eftir ferð hava sagt, at blokkniðurskurðurin upp á út við 400 mió. kr. ikki hava nervað føroyska búskapin, sær hvørt mansbarn, at tað júst er hesin peningurin, ið væntar í fyri at fáa realistiskt fíggjarlógaruppskot.
Kreativ fíggjarlóg
Andstøðutingmenn hava skírt fíggjarlógina fyri at vera kreativa. Samstundis sum inntøkurnar tykjast at verða yvirmettar, er greitt, at útreiðslusíðan er ógvuliga nógv undirmett ? bæði beinleiðis og óbeinleiðis. T.d. eru fleiri lógarfestar útreiðslur als ikki tiknar við, eitt nú Norðoyartunnilin.
Kann elva til samgonguslit
Formaður Javnaðarfloksins hevur beinleiðis víst á, at fíggjarlógarviðgerðin lættliga kann elva til samgonguslit, tí sera trupult verður hjá samgonguni at finna semjur um øll tey mál ? bæði sparingar og lógarbundnar útreiðslur ? sum hvør flokkur ynskir.
Fundurin almennur
Øll hesi viðurskifti og onnur við í samband við løgtingsfíggjarlógina og ikki minst fíggjarnevndarviðgerðin verður sum sagt viðgjørd á fundinum í Muntra í Fuglafirði týskvøldið 22. okt. kl. 19.30. Fundurin er almennur stendur í tíðinaskrivi frá Eysturoyar Javnaðarfelag og Samhald.










