Vónaði partarnir funnu loysn

-Tað vil eg taka støðu til tá eg komi heim í dag.

Verkfallið


Hetta var svarið løgmaður gav Sosialinum, tá blaðið kunnaði hann um slitið á arbeiðsmarknaðinum á middegi týsdagin. Løgmaður sigur tað vera spell, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki hava tikið hansara áheitan í Sosialinum leygardagin til eftirtektar. Hann sigur støðuna vera sera sera álvarsliga og fer at taka málið upp alt fyri eitt tá hann kemur aftur sseinnapartin týsdagin.