Vóna hon verður kend um alt ríkið

Í Visit Kalsoy vóna tey, at myndir av kópakonuni fara ríkið runt, nú hon fær kongaliga vitjan

Fyri fyrstu ferð síðan 1995 fær Mikladalur fríggjadagin kongaliga vitjan, tá danska krúnprinsaparið við børnum kemur á vitjan.


Talan verður ikki um ein drúgvan steðg, men á almenni skránni sæst, at tað serliga er kenda standmyndin av kópakonuni, ið vitjanin fer at snúgva seg um. Vitjað verður í húsunum har kópakonan búði og seinni verður so gingið oman til sjálva standmyndina.


Ein sum fegnast yvir kongaligu vitjanina er Olivur Thomsen, ið er dagligur stjóri í Visit Kalsoy. Hann vónar at kópakonan við hesum verður kend kring alt ríkið.


- Man kann siga, at danir hava sína egnu kópakonu við lítlu havfrúnni, men um okkurt myndafólk frá Billed-bladet ella líknandi fær eina mynd av teimum saman við kópakonuni, so kann tað vekja ans millum danskar lesarar. Danir kenna jú einki til kópakonuna, men tað kann ein góð mynd við teimum og henni broyta, sigur Olivur Thomsen, ið heldur at ein slík vitjan hevur nógv at týða fyri ferðavinnuna á oynni, tí tað setur hana á breddan í Danmark.