Atlantsflog hevur boðað FSF frá, at møguleiki er fyri, at leiguflogfarið við U15 og U17 landsliðunum, sum skulu til altjóða kapping í Aberdeen, flýgur í kvøld.
Upprunaliga skuldi FSF-ferðalagið fara til Aberdeen í gjár, men ferðin varð avlýst orsaka av mjørka í Vágum.
Atlantic Airways hevur kunnað Fótbóltssambandið um, at endalig boð verða givin kl. 13, skrivar heimasíðan hjá FSF.