Vóna at skarva nógv av 11-málstapinum ímóti Týsklandi

(FM1) Hoyr samrøðu við Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjara um HM-undankappingardystin ímóti Týsklandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var á FM1 seinnapartin, har prátað var við landsliðsvenjaran hjá kvinnulandsliðnum, Pætur Smith Clementsen um stóru uppgávuna ímóti Týsklandi í HM-undankappingardystinum sum verður á Tórsvølli komandi týsdag klokkan 16.

 

Tá liðini møttust í Týsklandi vann Týskland heili 11-0. Pætur Smith Clementsen greiðir frá, at hann hevur ongantíð upplivað eitt føroyskt landslið hava so lítið spæl sum í hesum dystinum.

 

Tí verður málið at skarva av stórtapinum, og Pætur Smith Clementsen vónar, at føroysku kvinnurnar kunnu mynda dystin meira, og sleppa við einum 5-0 ella 6-0 tapi.

 

Dysturin ímóti Týsklandi verður týsdagin klokkan 16.