Vóna at síggja onnur oljufeløg eisini

Hóast ein komandi útbjóðing á landgrunninum til nýggja oljuleiting verður partur av skránni á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum 2. desember, so er tað ikki fyrr enn 15. desember, at freistin til nominatión tvs. útveljing av áhugaverdum økjum til oljuleiting, gongur út.

Nominatión



Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálaráðnum sigur, at hóast tað er nakað síðani, at brøvini til nominatiónina fóru út til mong oljufeløg kring heimin, so er enn ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um áhugan. Hann roknar ikki við, at feløgini gera vart við seg fyrr enn freistin er um at ganga út. Men okkurt teirra fer uttan iva at siga frá sínum hugsanum á oljuráðstevnuni í næstum. Sjálvur vónar aðalstjórin sjálvandi, at eisini onnur feløg enn tey, sum eru her í løtuni, hava áhuga fyri komandi nominatión.

Blaðið hevur annars roynt at spurt seg fyri hjá oljufeløgum, um áhugi er fyri at velja út blokkar í eini 2. útbjóðing. Tað er torført at fáa nakað ítøkiligt at vita. -Nú fáa vit at síggja, enn er meira enn ein mánaði til freistin gongur út er nakað av tí vit fáa at vita. Blaðið hevur annars fingið fatan av, at tað er ikki óvist, at eitt felag sum ChevronTexaco verður millum feløgini, sum fara at nominera. Texaco var við í 1. útbjóðing men fekk einki leitiloyvi. Felagið umsitur fleiri leitiloyvi í bretskum øki tætt upp at føroyska markinum, har tað møguliga fer at bora í næsta ár, so tað fer helst ikki at koma óvart á, um felagið eisini fer at bjóða í eini komandi rundu við Føroyar.

Tað er eingin ivi um, at føroyskir myndugleikar fegnir síggja, at umframt tey verandi feløgini, at eisini onnur stór oljufeløg fara at vísa áhuga fyri eini nýggjari útbjóðing. Hyggja vit so at 1. útbjóðing, vóru mong feløg við tá, sum kortini ikki eru við í leitingini í løtuni. Her verður m.a. hugsað um Totalfinaelf, sum fyrr vóru trý sjálvstøðug feløg, ið øll vóru við í fyrireikinginum á føroyska landgrunninum. Ilt er at siga, um slíkt felag hevur áhuga fyri leiting um okkara leiðir, men tað ikki óvanligt í sambandi við oljuútbjóðingar, at hóast feløg ikki júst eru áhugað í einum nýggjum øki (hava tað við í síni portofolju) , so kunnu tey vera áhugað í at vera við í loyvum saman við øðrum.

Eitt felag, sum hevur havt góða eydnu í bretskum øki er kanadiska Encana. Tað var herfyri við at gera eitt tað størsta fundið í Norðsjónum í mong ár, Buzzard feltið nærhendis Aberdeen. Uppá fyrispurning um felagið fer at førka seg út á Atlantsmótið sigur umboð fyri felagið, at tað er sera óvist, nú teir hava so nógv jørn í eldinum. Men útilokað verður ikki, at felagið fer at fylgja væl við gongdini á Atlantsmótinum. Smærri feløg sum OMV og Premier Oil, sum hava áhugamál í bretskum øki, kunnu eisini hugsast at gerast ein partur av eini komandi útbjóðing helst sum partnarar í loyvum hjá størri feløgum. Time will show. Tað vil tíðin so vísa.

Tað ljóðar, at seismikkfeløg hava víst stóran áhuga fyri at fara undir rættiliga víttfevnandi seismiskar kanningar á føroyaøkinum. Okkurt seismikkfelag, sum hevur arbeitt nógv í føroyska økinum metir seg helst at hava ment tøknina so nógv síðani, at tað er betri ført fyri at síggja niður gjøgnum basaltið og kundi hugsað sær at fara út og gera eina sokallaða ?multiclient? kanning.