Vóna at mong møta til stuðulskonsertina á Rex

Ì kvøld fara nøkur av teimum fremstu rock og poppnøvnunum í Føroyum at framføra á einari stuðulskonsert á REX fyri "Í menniskjum góður tokki". Stuðulskonsertin byrjar klokkan 21 í kvøld.

 

Atgongumerki kosta 100 krónur. Pengarnir fara óskerdir til gávukort frá Klávus til "Í menniskjum góður tokki"

 

Tveir av fyrireikarunum, Niels Uni Dam, sum sjálvur fer at framføra saman við MC-Hár, og Rúni Djurhuus vitjaðu morgunsendingina hjá Rás2 í morgun. Teir vóna báðir, at mong fara at møta upp og stuðla "Í menniskjum góður tokki", tí talan er um eina ógvuliga fjøltáttaða stuðulskonsert, sum hevur bæði tað stillasta og villasta á breddanum.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Niels Una Dam og Rúna Djurhuus undir greinini.