Vóna at lyftini í valstríðnumsíggjast aftur

Tað eru nógv átrokandi mál, ið mugu fáast í rætt lag alt fyri eitt

Vit vóna at tað sum var ført fram í valstríðnum eisini fer at síggjast aftur í gerandisdegnum hjá fólki við seinheilaskaða og teirra avvarðandi. Her eru nógv átrokandi mál, ið mugu viðgerast og fáast í rætt lag alt fyri eitt, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum.

Tey fegnast um at landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fleiri ferðir hevur nevnt, at hennara fremsta mál er at fáa vælferðarlógina lagda fyri Løgtinið aftur, og samtykta.

Hon varð løgd fyri Løgtingið í vár, men Løgtingið kláraði ikki at avgreiða hana, áðrenn Løgtingið fór í summarfrí, og sostatt datt málið burtur.

– Vælferðarlógin hevur sera stóran týdning fyri allar okkara limir og serliga fyri tey, ið eru rakt av seinheilaskaða, sigur forkvinnan í Heilafelagnum.

Tey siga, at fáa tær familjur, har onkur hevur seinheilaskaða, góðan stuðul, fyribyrgir tað slagtilburði, hjartatilburði og óneyðugum sálarligum trýsti.

Tey í Heilafelagnum vilja eisini hava landsstýriskvinnuna á fund at umrøða tey átrokandi málini, sum liggja á láni at fáa loyst.