Landsstýrið fer at biðja løgtingið um eina eykajáttan, so at virksemi á Landssjúkrahúsinum kann halda fram. Tað gjørdist greitt, eftir at landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, kunnaði restina av landsstýrinum um støðuna á Landssjúkrahúsinum í dag.
Aksel V. Johannensen, løgmaður, var fyri løtu síðan í tíðindunum á Rás2, har hann upplýsti, at ein eykajáttan møguliga kann samtykkjast longu í hesi vikuni.
- Nú lata vit løgtingið uppskotið vónandi mikudagin. So skal tað í útgangsstøði hava tveir dagar til framløgu, og so minst tveir dagar millum tær ymisku viðgerðirnar. Tað kann taka tíð, men um løgtingið viðgerð tað sum eitt skundmál, so kann tað í besta føri verða samtykt í hesari vikuni ella kanska tíðliga í komandi viku, segði Aksel V. Johannesen við Rás2.
Løgmaður upplýsti eisini, at eykajáttanini væntandi verður um einar 5-6 milliónir krónur.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við løgmann við at trýsta á pílin undir myndini.