Vóna at fólk møta rættstundis til fjepparatiltakið

(Ljóðsamrøða) Hoyr sølu- og marknaðarleiðaran hjá Atlantic Airways fortelja um stóra fjepparatiltakið, sum verður á Tòrsvølli í annaðkvøld

Í annaðkvøld klokkan 18 skipa Atlantic Airways, Bakkafrost og Føroya Tele fyri stórari upphiting á Tórsvølli áðrenn HM-undankappingardystin ímóti Portugal, sum byrjar klokkan 19.45. Har verður ókeypis matur, tónleikur, kappingar og nógv annað undirhald á skránni. 

 

Atlantic Airways, Bakkafrost og Føroya Tele, sum eru høvuðsstuðlarnir hjá føroyska fótbóltslandsliðnum vóna, at tey, sum hava keypt atgongumerki til dystin møta í góðari tíð fyri at kunna njót matin, tónleikin og annað, sum fer fram undir tiltakinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sølu- og marknaðarleiðaran hjá Atlantic Airways greiða frá stóra fjeppara-tiltakinum tey skipa fyri saman við Føroya Tele og Bakkafrost.