TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við formannin í EB/Streymi, Signar í Homrum.
Tað hevur leingi verið greitt, at EB/Streymur fór at flyta upp, og í dag vunnu teir so 1. deild frammanfyri 07 Vestur, sum eisini flytur upp í effodeildina.
Signar í Homrum staðfestir, at tað hevði stóran týdning fyri EB/Streym at koma skjótt uppaftur í effodeildina. Ein ov drúgvur steðgur í næstbestu deildini kundi havt neilig árin á felagið. Nú vónar Signar í Homrum at fáa gamlar EB/Streyms-hetjur, sum spæla við øðrum liðum heimaftur til Margáir at tørna út fyri felagið har teir fyrr í hesi øldini vunnu bæði gull og silvur heiðursmerki í stóran stíl.