Lítil ella ongin broyting hómast í keypsvanunum á Rúsdrekkasølu Landsins í Runavík, nú tað stundar til Eystanstevnu. Sølan økist eitt sindur, men tað ber als ikki til at siga, at einkarsølan har á staðnum verður runnin um koll av tystum sálum.
Rusdrekkalógin virkar
Drekkivanarnir í Eysturoynni eru sambært starvsfólkini á Rúsdrekkasøluni broytt munandi, síðani nýggja rúsdrekkalógin kom í gildið í 1992. Akvavittið var nógv mest selda brennivín, men nú hevur vodka, serliga av slagnum, Smirnoff, yvirhálað donsku tjóðardroparnar.
Tey ungu eru eisini vorðin meira hóvlig í sínum innkeypi. Tað er púra vanligt at koma inn og keypa sær eina hálva fløsku og kanska seks øl, av tí veikara slagnum, afturvið. Kassamentaliteturin er eftir øllum at døma við at fara í søguna. Og prosentini hava minni týdning enn áður.
Á smakkiskeiði
Eysturoyingum dámar væl amerikanskt Vodka og føroyskt øl. Men vínið vinnur størri og størri part av søluni. Serliga tað reyða vínið, sum hevur fingið pláss á longstu hillini í hølunum hjá Rúsdrekkasøluni í Runavík.
Starvsfólkini á Rúsdrekkasøluni, fýra konufólk, eru ikki avhaldsfólk. Serliga væl hóvar teimum at fáa sær eitt glas av góðum reyðvíni. Og hesum góða drykki hava tey gott skil á. Tey hava júst verið á vínsmakkingarskeiði, og eru tískil betur før fyri at vegleiða óroyndum viðskiftafólkum, sum ikki vita, hvørji endamál mongu ymisku sløgini hóska best til.lkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.
Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?
Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.
-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.