Vón um frið

Oddagrein:
Hóast trygdarráðið hjá ST enn ikki er vorðið samt um eina samtykt sum kríggið í Libanon, so tykist tað sum ein semja er á veg.

Tað eru USA og Frakland, sum eru vorðin samd um ein tekst til ST samtykt. Hesi bæði vestanlond standa vanliga fjart frá hvørjum øðrum í Miðeysturmálum. Frakland er av gomlum søguligum orsøkum sera vinarligt mótvegis Libanon og USA er sum øllum kunnugt nærmast í verjusamgongu við Ísrael.

Samtyktin, sum hesi bæði stórveldi, eru samd um, áleggur øllum pørtum alt fyri eitt at gevast við øllum krígsatgerðum. Hon áleggur øllum fremmandum hervøldum at fara úr Libanon og leggur dent á, at bert libanska hermegin skal kunna bera vápn. Undantikin hesum eru møguliga fremmand hervøld, sum Libanska stjórnin hevur boðsent t.d. eitt ST herlið. Ein orsøkin til kríggið er fangaspurningurin. Samtyktin heitir á Ísrael um at umhugsa støðuna hjá palestinskum fangum í landinum. Heitt verður eisini á altjóða samfelagið um at koma Libanon til hjálpar, so landið kann koma fyri seg aftur og tey mongu flýddu skulu kunna venda heimaftur.

Tað mest áhugaverda er uttan iva ásetingin um eitt altjóða herlið at halda skil á í økinum millum ánna Litani og so bláu linjuna. Bláa linjan er markið, har Ísrela seg tók aftur á sinni. Nú er so komið til eitt avgerandi stig í krígnum. Eydnast tað ikki trygdarráðnum at semja um hendan tekstin, so endar heilt galið, eitt nú við at Iran fer at nýta oljuna sum trýst á Vesturheimin. Hendir hetta, kann tað loysa út eitt álop á Iran, og vit hava nakað sum likist einum veruligum kríggi, sum fevnir um alt Miðeystur og tað kann so leiða til eina enn verri støðu. Tað er tí at vóna, at semja í dag fæst í trygdarráðnum um tekstin hjá USA og Fraklandi.