Um trý tíðina í gjár fekk MRCC-støðin boð frá manningini umborð á einum útróðrarbáti, at teimum tørvaði hjálp at koma aftur í havn.
Útróðrarbáturin var staddur níggju fjóðringar norðanfyri Mykines, tá persónarnir umborð varnaðust, at ongin róðurkraft var, og teimum tørvaði hjálp.
Boð blivu tískil send til MRCC-støðini, ið sendi Rescue Vón eftir bátinum, ið eins og Rescue Vón hevur heimstað á Eiði.
- Klokkan 15.35 fór Rescue Vón av Eiði og klokkan 20.51 vóru teir og útróðrarbáturin aftur á Eiði, verður upplýst av MRCC-støðini.

Vón sleipaði bát heim












