Vín og sushi á Áarvegnum

Gott, sunt og skjótt er endamálið við Etika, sum er letur upp 1. mai í hølunum, har Jinx var fyrr

Meðan onnur snara lyklinum skeiva vegin, snarar Hotel Føroya-samtakið lyklinum rætta vegin.

1. mai letur eitt øðrvísi mat- og vínstað upp, sum hevur fingið navnið Etika. Ætlanin er at bjóða lættan og sunnan mat og gott vín afturvið. Eitt nú sushi og lættir sandwish’s, sum eisini kunnu keypast við út, og vín, smoothies, djús, kaffi og coffie to go.

Tað serliga við víninum í Etika er, at tað kemur úr stóra, nýggja vínkjallaranum á Hotel Føroyum, og at tað er slíkt, sum ikki fæst til keyps í Rúsuni enn. Har vera millum 16 og 24 ymisk sløg, sum so verða skift út hvønn mánað.


Vín úr sjálvtøku

Vínið verður at fáa úr einari sjálvtøku, ella einari vínmaskinu, har kundin keypir sær eitt kort við kassan áljóðandi eina ávísa upphædd. Eftir hetta ber til at keypa sær vín úr maskinuni, við at draga kortið ógjøgnum eina slisku.

- Við hesum vóna vit, at tað verður eitt sindur meira spennandi at drekka vín í Føroyum. Tí tað ber eisini til at keypa sær ein lítlan smakk, og soleiðis at royna seg fram. So fyri einar 100-150 krónur ber til at fáa eitt gott vínupplivilsi, sigur 28 ára gamla Winnie Simonsen, sum verður leiðari á Etika. Hon er bachelor í føðslu og heilsu við sergrein innan catering.


Japanskur fiskur til føroyingar

Sushi, sum hevur verið sera vælumtókt í grannalondunum seinastu árini, er japanskur fiskarættur við ráum fiski, serligum rísi, tara og grønmeti. Fólkini handan Etika ivast ikki í, at sushi fer at fella í góða jørð í Føroyum, tí føroyingar ferðast nógv, og hava roynt tað aðrastaðni. Tey hava havt tað á matarseðlinum á Hotel Føroyum í nøkur ár og hava fingið nógvar fyrispurningar um Sushi á hinum matstøðunum, sum hoyra til samtakið.

- Men vit fara eisini at selja góðar sadwish’s, sum eisini verða at fáa í Borðkróki í Norðurlandahúsinum og í Café Vágsbotn, sum eins og Etika, letur upp tann 1. mai.


Eisini uttandura

Sum sagt verður ein partur av virkseminum hjá Etika ‘take away’, men tað ber eisini til at sita og njóta mat og vín á staðnum. Og í summar er ætlanin at seta nøkur borð útum eisini, treytað av, at tey fáa uttandura skonkiloyvi.

- Vit rokna við, at hetta er eitt konsept, sum fer at loysa seg. Tað liggur væl fyri mitt á Áarvegnum og vit trúgva upp á, at úrvalið hevur eitt breitt kundagrundarlag. Og so hava vit eisini stórdriftsfyrimunir, tí vit eru partur av einari stórari fyritøku, sigur Winnie Simonsen.