Tað er torført at finna orð fyri tí, sum vit hava upplivað hetta seinasta samdøgrið. Tað, sum eingin droymdi um fyri bert einum ári síðan, er vorðið veruleiki: ein afroamerikanari hevur vunnið forsetasessin í USA. Tað eru í ár liðin fýrati ár síðan Martin Luther King læt lív undir umstøðum, sum avdúkaðu, at rasisman framvegis var partur av amerikanska gernadisdegnum. Við hesum bakstøði er valsigur Obamas í sjálvum sær eitt politiskt bragd og ein varði í amerikanskari søgu.
Barack Obama stendur fyri vón, fyri nýhugsan, broyting og nýskapan í amerikanskum politikki. Hann legði í takkarrøðu síni út við at vísa á, at valsigurin var enn eitt prógv um, at í USA ber alt til, hjá tí, sum hevur viljan. Obama er tí sjálv ímyndin uppá USA, sum landið, har dreymar framvegis kunnu gerast veruleiki. Men hann er eisini ímyndin um døkku síðurnar í einum landi, har ójavni, rasuskilnaður og samfelagslig líkasæla hava eyðkent gerandisdagin í øldir. Henda tjóð hevur undir mangan sera truplum umstøðum fostrað politiskar úrmælingar, og tað er tí ikki uttan grund, at politiskir eygleiðarar seinastu tíðina hava samanborið Obama við Lincoln, Roosevelt, Martin Luther King og Kennedy.
USA er sum kunnugt sett saman av nógvum ymiskum tjóðum og rasum. Munurin í mentan, trúgv og politiskum áskoðanum er sera stórur. Stættamunurin er stórur, og álitið millum allar hesar bólkar trýtur mangan. Tað er tí ein ómetaliga stór og trupul uppgáva at sameina allar hesar samfelagsbólkar. Tað er ein risauppgáva at fáa øll at kenna seg sum eina tjóð og at viðurkenna, at tey hoyra til eina og somu tjóð, United States of Amerika. Spjaðingin hevur verið serstakliga stór seinastu árini, har stórir partar av amerikonsku tjóðini hava kent seg settar uttanfyri samfelagið og har møguleikar hjá tí einstaka hava verið støðugt minkandi og gerandisdagurin hjá fjøldini alt meira trupul, samstundis sum vónloysi hevur breitt seg sum ein sótt í vanligu fjøldini.
Tað er við hesum bakstøði, vit skulu síggja valsigur Obamas. Hesin ungi senatorurin av afrikanskari rót hevur veruliga megnað at birta nýggja vón í amerikonsku tjóðina. Hann appellerar ikki bert til afroamerikanar, latinoamerikanar, kvinnurnar og ungdómin, altso bólkar, sum seinastu árini hava verið marginaliseraðir og so at siga uttan ávirkan á egna lagnu og egið lív. Boðskapur hansara er eisini vorðin fagnaður av stórum samfelagsbólkum, sum vanliga ikki atkvøða demokratiskt. Og hvør er so boðskapurin? Hann er eitt nú, at samfelagnum tørvar jaliga broyting á øllum sera týðandi samfelagsøkjum, eitt nú innan skúla og útbúgving, almannamál, orkumál, umhvørvismál, býarmenning, íbúðarmál og innan vinnulív og arbeiðamarknað – alt øki, ið eru vanrøkt ella hava ligið á láni í mong ár. Serstakliga hevur útbúgvingarøkið stóran áhuga, og Obama skilur, at hetta økið er ein lykilin at endurvinna leiðandi støðu USA í heiminum. Hartil hevur Obama staðiliga hildið fast við upprunaligu grundleggjandi demokratisku virðini í USA. Ásannast má, at valsigur Obamas hevur prógvað, at demokrati USA hevur staðið royndina, og at USA framvegis virkar sum eitt sterkt og opið fólkaræði, hóast hetta fólkaræði ikki hevur havt tað so gott sum ynskiligt er hesi seinastu átta árini. Hetta, at tað júst er ein ungur afroameriknanskur senatorur úr Illiois, sum so at siga endurreisir fólkaræðið í heimsins sterkasta stórveldi, er sera hugvekjandi og ímyndaligi týdningurin er ikki minni, tá havt verður í huga, at eisini Lincoln kom úr sama stati sum Obama.
Nú verður Obama so forseti, og vónirnar og forvæntanin eru ómetaligar. Honum bíðar ein risauppgáva, har størsta einstaka avbjóðingin er búskaparkeppan, almenna skuldin eitt nú til Kina og ríku oljustatirnar og ikki minst hallið á samveldisfíggjarlógini, ið er tað størsta í søguni. Hann tekur yvir eitt moralskt, politiskt og fíggjarligt trotabúgv. Hann fer ivaleyst at megna uppgávuna. Hann hevur savnað bestu heilarnar í USA rundan um seg, álitið er stórt innan- so væl sum uttanlanda, so alt bendir á ljósari tíðir fyri USA og fyri allan heimin. Tað er vón fyri USA – tað er vón fyri heiminum. Vit í Miðlahúsinum loyva okkum at rokna við, at vit hava flestallar føroyingar við okkum, tá vit ynskja USA og øllum demokratiskum og friðarelskandi tjóðum til lukku við valsigri Obamas.