Vín Down Under

Í dag hyggi eg nærri at hvat fæst av víni undir hundraðkrónu-seðilin frá Avstralia. Eins og við suðuramerikanskum víni eru føroyingar rættiliga fegnir um avstralskt vín. Sløgini eru oftani kraftmikil og nógv føla, at tey fáa nógv fyri peningin.

Sløgini frá Southern Creek hava áður verið ummæld í eldri árgangum. Og tað skal ikki vera nøkur loyna, at ikki hevur hilnast nakað serligt. Íðan, vínið er sera bíligt at keypa. Talan er um avstralskt vín, sum verður innflutt til Danmark sum bulk í stórum stáltangum og síðani tappað á fløsku í Danmark. Slík mannagongd við nógvum liðum loyvir eisini fleiri keðiligum faktorum at gera seg galdandi. Tað skal ikki nógv til, at vínið oyðilegst. Tí skal vínið eisini drekkast beinanvegin sum tað kemur á marknaðin. Skal als ikki goymast.

Hóast avstralskir vín-makarir langt síðani hava lagt á annan bógv og nú gera vín, ið hava betri javnvág, eru meira elegant og ikki so søtlig og tung av fatlagring, so er Rawsons’s Retreat hjá mikla Penfolds tó dømi um at gamli stílurin livir enn. Eg ivist ikki í at grund-drúvutilfarið hevur verið í lagi, men arbeiðið í kjallarinum hevur eftir mínum tykki oyðilagt vínið. Jú, dygdir eru sanniliga í víninum. Annars hevði tað ikki uppiborið tríggjar stjørnur. Og prísurin er beint yvir miðal, men slagsíðan er so mikið stór, at vínið gerst sera troyttandi at drekka. Allarhægst eitt glas afturvið mati.


Heiti: Southern Creek, Southeastern Australia, Chardonnay 2007

Uppruni: Turt hvítvín úr Avstralia

Ummæli: Ljósur gulur litur. Lættur og nakað einfaldur angi av súrepli, peru, sitrus og ananas. Umframt ein ráka av viði. Nakað tungur smakkur av ovbúnaðari frukt, har fat-tónin er dekan og óelegantur. Ein keðiligur beiskur broddur. Strævin oljukendur konsistensur. Óharmoniskt vín.

Kostnaður: Kr. 61,50

Skoðsmál: 2 stjørnur **


Heiti: Southern Creek, Southeastern Australia, Shiraz 2007

Uppruni: Turt reyðvín úr Avstralia

Ummæli: Kirsuberreyður litur. Heitur og kryddaður angi. Reyð og myrk ber við kendu Shiraz-tonunum, kanel, leður og pipar. Hampuligur smakkur, tó nakað einfaldur og súltutoyskendur. Men kitlandi og fríska ber-sýran megnar tó at fáa nøkulunda javnvág í. Sera rímiligi prísurin bjargar fjórðu stjørnuni.

Kostnaður: Kr. 61,50

Skoðsmál: 4 stjørnur ****


Heiti: Southern Creek, Southeastern Australia, Cabernet Sauvignon 2007

Uppruni: Turt reyðvín úr Avstralia

Ummæli: Kirsubersvartur litur. Kraftmikil angi av sólber og sjokolátu. Smakkurin er aftur her í søtara lagi fyri slíkt reyðvín. Tungt og einfalt, men kortini ein feril av ber-frískleika. Men ikki meir enn til tríggjar stjørnur.

Kostnaður: Kr. 61,50

Skoðsmál: 3 stjørnur ***


Heiti: Penfolds Rawsons’s Retreat, Southeastern Australia, Shiraz-Cabernet 2007

Uppruni: Turt reyðvín úr Avstralia

Ummæli: Djúpur kirsubersvartur litur. Sera kraftmikil og næstan likør-kendur angi av cassis (sólber-likør), sjokolátu og kaffitónum frá harðari fatlagring. Smakkurin er sum at fáa nevan. Søtligt og kryddað langt yvir mark. Fúl slagsíða. Her vantar bara brús, so er tað ikki ókent kola. Hetta slagið av víni var væl dámt í 1990’unum, men fólk flest hava nú varnast at javnvág má vera í.

Kostnaður: Kr. 89,00

Skoðsmál: 3 stjørnur ***