Vælverudepil sera væl umtóktur

- Vit síggja javnan nýggj andlit, og vit eru sera fegin um at kunnu veita tænastu til enn fleiri viðskiftafólk, sigur Torkil Mørkøre.

 

 

 

Tað er eingin loyna, at Klaksvíkar Svimjihøll er millum best umtóktu og best vitjaðu støð í allari kommununi og við nýggja vælverudeplinum er tilboðið í svimjihøllini nú vorðið uppaftur betri og fjølbroyttari.

Leiðarin í svimjihøllini, Torkil Mørkøre, sigur, at vælverudepilin hevur verið ein stór succes, og nýggju møguleikarnir í svimjihøllini síggjast eisini aftur í nógv øktum inntøkum, tí tilboðið nú dregur nógv fleiri fólk í høllina.

Leiðarin vísir á, at svimjihøllin í Klaksvík altíð hevur verið væl umtókt, og ein orsøkin er tær dagføringar og nýhugsanir, sum eru framdar gjøgnum árini, seinast við vælverudeplinum.

- Vit síggja javnan nýggj andlit í høllini, og vit eru sera fegin um at kunnu veita tænastu til enn fleiri viðskiftafólk enn áður, sigur hann.

Torkil Mørkøre leggur aftrat, at árið í fjør royndist sera væl, og ein orsøkin til óvanliga nógvu vitjaninar eisini kann hava sína orsøk í, at familjur, sum ikki fóru av landinum vegna koronu, í staðin valdu at stytta sær stundir í Klaksvíkar Svimjihøll.