Vælvera og heilsa í fokus

Trivnaður, vælvera og heilsa hjá starvsfólkunum stendur ovast á breddanum í Føroya Sparikassa í hesum døgum. Vikurnar 45, 46 og 47 eru vælveruvikur á øllum deildum kring landið.



"Vælveran hjá okkara starvsfólkum er sera umráðandi fyri trivnaðin og arbeiðsavrikið. Tí skipa vit nú fyri trimum vælveru- og heilsuvikum innanhýsis í fyritøkuni". Hetta sigur Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari í Sparikassanum, nú vælveru- og heilsuvikan er byrjað og heldur fram til 24. november.
 
Høvuðssjónarmiðið undir vælveruátakinum er, at starvsfólkini eru mest týðandi tilfeingið í fyritøkuni, og tí skal stórur dentur leggjast á, at øll hava tað gott bæði sálarliga og kropsliga.
 
"Í felag kunnu vit eisini verða við til at skapa nakrar góðar kost- og motiónsvanar, og vanliga verður sagt, at tað tekur einar tríggjar vikur at byrja og varðveita ein góðan vana", sigur Marjun Eystberg.
 
Endamálið við heilsuátakinum er í stuttum at økja um trivnað og vælveru, at hava færri sjúkradagar, at skapa glaðari og sunnari starvsfólk, at skapa meira motiverað starvsfólk, og økja um arbeiðsorkuna. 
 
Starvsfólkini hava hvør sín fet-teljara, og komandi vikurnar er kapping um at ganga flest fet. Samstundis er heilsugóður kostur at fáa á arbeiðsplássinum.
 
Harumframt er tilboð um fyribyrgjandi heilsukanning, har t.d. blóðtrýstið verður mált og tosað verður um royki- og motiónsvanar, eins og komið verður inn á hvussu starvsfólkini kunnu umgangast strongd. Massasja er til tey, sum ynskja tað, og fyrilestrar vera hildnir um heilsu og kost, sigur Marjun Eystberg starvsfólkaleiðari.