Vælumtóktur Skarðenni

Tað er lítil ivi um, at listamaðurin Pól Skarðenni er sera væl umtóktur í Norðoyggjum. Leygardagin lat hann framsýning upp í Klaksvík, og eftir bert lítlari løtu vóru út við helvtin av málningunum seldir


Rættiliga fitt av fólki høvdu leitað sær á fernisering í Norðoya Kunningarstovu leygardagin, tá  nýggj framsýning hjá listamanninum Pól Skarðenni lat upp. Og fáar tímar seinni vóru 7 av teimum 16 málningunum seldir.
Fjøltáttaður listamaður
Pól Skarðenni er mestsum ógjørligur at seta í bás sum listamaður. Hann hevur roynt seg við øllum frá sniðgeving til oljumálningar, og motivini fevna um alt frá menniskjum og lutum til útróðarbátar og náttúruna. Eitt nú arbeiddi Skarðenni leingi við at sniðgeva djóragarðar í Danmark, har hann millum annað gjørdi klettar, fossar, ís, trø og skriðdjórabúgv.
Við teimum 16 oljumálningunum, sum í løtuni eru at síggja í Norðoya Kunningarstovu, gongur Skarðenni í motivum aftur á gamlar gøtur til Klaksvíkar og Norðoyggjar, har hann eisini sjálvur hevur sínar røtur. Flestu motivini eru av útsyni yvir Klaksvík og bygdir og náttúru har um leiðir, men listamaðurin hevur avgjørt eisini ein serligan tokka til útróðarbátarnar og stemningin á kajøkinum.
Las Vegas í Klaksvík
Stílurin hjá Skarðenni kann kanska best lýsast sum hálvabstraktur, har litavalið allatíðina brýtur frá vanligum náttúrumyndum og skapar sínar heilt egnu stemningar. Eitt nú gevur serliga samansetingin av brún/hvítum litum í myndini ?Kunoyar Bygd? bygdini ein sjáldasaman heitan vetrardám, vit ikki hava sær fyrr, hóast sjálvt útsýni í myndini er nógv brúkt.
Hóast Skarðenni allatíðina tekur upp nýggjar tættir í síni list, er mest týðiliga broytingin á hesi framsýningini at ein ávísur boðskapur nú trokar seg framat í stemningsmyndunum. Serliga er tað málningurin ?Kvøldmynd?, sum fær tey flestu at steðga á og undrast. Motivið í myndini er parkeringsøkið við Stat-oil støðina í Klaksvík, sum øll, ið vanliga ganga framvið, kenna aftur. Nakrir hálvavegnað koppaðir bátar liggja við síðuna av perkeraðu bilunum, men mitt í myndini dagar Stat-oil støðin upp, lýsandi knallreyð og blá, sum var hon tikin úr eini mynd av einum kasino í Las Vegas. Bæði litir og strok víkja fullkomiliga frá myndini annars og geva tær varhuga av, ikki at hoyra til í umhvørvinum yvirhøvur. Hvør boðskapur fjalir seg aftanfyri, má verða upp til tann, ið skoðar myndina, at gera av. Men sæð í samband við restina av framsýningini er hon sera provokerandi og nýskapandi, alt meðan tú fært varhuga av at hon er gjørd við einum vinarligum skálkabrosið afturvið.