Vælspælandi orkestur við nóg so lættari skrá

Orkestrið er komið á eitt so høgt støðið at vit avgjørt eiga at verða stolt av tí. Konsertin sunnudagin var sera væl-spæld og tí stendur hon helst sum ein hin besta nýggjárskonsertin hjá orkestrinum, hóast konsert-skráin var nakað tunn

Leif Hansen

Hetta var konsert nummar 60 hjá orkestrinum og hin 11. nýggjárskonsertin. Felags fyri nýggjárskonsert-inar er at tær hava mest sum altíð verið á einum rímiliga høgum støðið. Lætti tón-arnir úr eitt nú Wien úr seinnu helvt 1800-talinum, hevur gjørt orkestrið væl umtókt og maður er farin av húsið til hesar konsertir.
Fyrsta verkið á skránni á konsertini sunnudagin var Die Flendermaus Overture hjá Strauss yngra. Hetta er eitt ógvuliga kent verk og sera vælegnað at byrja eina slíka konsert við. Sum so ofta er fyrsta verkið tungt at fáa veruliga í gongd og vit skuldu eisini eitt sindur inn í verkið, áðrenn eitt nú violinleikarnir blivu heilt samdar í sínum spæli - men tá bleiv tað eisini heilt gott.
Violinleikarnir spældu aftur ímóti sera væl seinni á konsertini tá Strauss aftur var á skránni. Eljen Magyjar hevur mærvitandi ikki verið á skránni hjá orkestrinum fyrr og er tað løgi tí hetta er nýggjárstónleikur tá hann er bestur.
Pizzicato Polka hevur orkestrið ella rættari strúkarnir í orkestrinum roynt seg við fyrr. Hetta stykkið hjá brøðurnum Strauss krevur, at tað verður spælt heilt neyvt, verður tað ikki tað, er tað betur óspælt. Men eg haldi at tað gekk væl, bæði neyvt og við góðum dynamikkið.
Fyrra helvt av konsertini endaði við Perpetuum Mobile, sum neyvan telist mill-um tey bestu verkini hjá yngra Strauss. Verkið endar við at tónleikarnir bara fara av pallinum og tað var helst tað mest áhugaverda við verkinum.
Ernst Sondum Dalsgarð var boðsendur til konsertina og sang í alt fimm sangir. Ernst hevur tikið seg sera nógv fram sum sangari seinastu árini og prógvaði á konsertini at hann nú er á altjóða støðið. Sjálvt um tað var sera áhugavert at hoyra Ernst syngja, so haldi eg at hann kanska fylti ov nógv í konsertskráini, serliga tá hugsað verður um at sanginir allir liggja í Top 5 yvir tenorariur. Og tískil eru sera nógv at hoyra.
Sum vant var eisini kór við á konsertini. Kórið hevði í ár størri leiklut enn tey hava havt fyrr - heili fýra av verkunum á konsertini vóru kórverk. Kanska var hetta í meira lagi og hugsi eg her serliga um Trælakórið hjá Verdi, sum væl kundi verið tikið úr skránni, havandi í huga, at tað hevur verið við so ofta. Áhugaverdari var tað aftur ímóti at hoyra brús-andi kórið Gli arredi festivi úr somu operu hjá Verdi.
Tó at kórið sang væl, var tað kanska heldur fáment og hevði til tíðir ilt við at koma fram í ljóðmyndini. Eisini tóktust fleiri av sangarunum at hava meira enn nokk við at úttala teir italiensku og týsku tekstinar í tí høga tempoinum.
Orkestrið spældi eftir mínum tykki uppaftur betri eftir steðgin. Bæði Buglers Holiday hjá Leroy Anderson og suitan úr West side stroy hjá Bernstein var sera væl spælt. Trompetleikarnir spældu sera sannførandi í Buglers holiday og orkestr-ið spældi væl við.
West side story suitan hevur ikki verið á skránni fyrr, men er sera vælegnað til ein slíka konsert. Tað lá væl fyri hjá orkestrinum at skifta millum tey ymisku stílløgini, sum lógu heilt frá symfoniskum tónleiki til Big Band-kendan tónleik. Alt orkestrið spældi væl, men serliga haldi eg at messingblásarnir í hesum stykkinum spældi vóru sannførandi.
Skal ein taka saman um so má sigast at konsertin var góð ella rættari væl-spæld. Kritikkurin er í høvuðsheitum vendur móti teimum sum hava sett skráina saman. Tónleikurin var nóg so lættur og tann reint instrumentali tónleikurin fylti ov lítið í skránni. Vælvitandi um at Straussfamiljan altíð eigur at verða umboða á einari nýggjárs-konsert, so haldi eg tó at tað er ov nógv at fimm út av sjey instrumentalverkum er Strauss-tónleikur.
Sum vænt eru fleiri av tónleikarnum næmingar og tað var gleðiligt at síggja, at fleiri av ungu strúkarnum ikki bara sótu goymd millum teir royndu tónleikarnir, men nú veruliga spældu við.
Hetta var fyrsta nýggjárskonsertin hjá dirigentinum Bernharður Wilkinson og er tað eingin ivi um at hann eigur sín stóra part í tí góða spælinum. Dirigenturin er fullur av tónleiki og gevur heilt sikkurt tónleikarnum íblástur. Hann hevur kanska ikki hevur hin mest eleganta direktiónsteknikkin, men aftur ímóti eina fram-úrskarandi útstráling, sum ikki eru tvær meiningar um. Heldur samarbeiði við Bernharð fram er eingin ivi um at hann kann lifta or-kestrið á eitt enn hægri støði.