Vælsignaðu Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm!

Um tit ikki ætla at gjalda kostnaðin av at veita føroyskum smábørnum við serligum tørvi nøktandi hjálp, sigið so frá nú, so vit kunnu flyta til annað land, har vit fáa ta hjálp, okkum tørvar

Eydna Skaale og Ragnar við Streym, foreldur

At hava serligan tørv. Hetta heitið sigur alt. Tá eitt barn hevur serligan tørv, so er tað øðrvísi enn onnur og hevur ávísa og serliga hjálp fyri neyðini.
Tíbetur hava vit møguleikarnar at nøkta henda serliga tørvi her á landi. Skúlin á Trøðni er ein stovnur, ið er gjørdur júst til tey børn, ið hava serligan tørv, og sum hevur fungerað sera væl.
Har er nógv serútbúgvið fólk, ið starvast innan ymisk serøki, t.d. fysioterapi, sjón, hoyrn, alternativa kommunikatión, talupedagogikk og socialpedagogikk, fyri at nevna nøkur. Ikki tykkum at siga, er tað ein stórur fyrimunur at hava so nógvar yrkisgreinar undir somu lon. Flestu av starvsfólkunum hava áravís av royndum, og tey hava øll hug og vilja at arbeiða við og hjálpa hesum børnunum.
Hølini eru góð og vælegnað, tí tey eru jú gjørd júst til endamálið. Har eru í rúgvuvís av stimbrandi amboðum, sum eru ætlað at nøkta serliga tørvin og hjálpa børnunum at koma fyri seg sum best.
Føroysk smábørn hava sostatt ein framúr møguleika at fáa hjálp til ta menning, sum tey ikki sjálv megna at skapa. Tey hava ein framúr møguleika at fáa eitt virðiligt og gott lív, har tað eru tey og teirra menningarstøði, ið seta dagskránna. Og tað sigur seg sjálvt, at jú fyrr byrjað verður, jú betri verður úrslitið.

Skulu vit flyta av landinum?
Tí er tað ógvuliga hugstoytt at frætta, at Skúlin á Trøðni ikki tekur ímóti øllum børnum við serligum tørvi. Avgerð er nevniliga tikin um, at dagligu tilboðini bert skulu vera galdandi fyri børn, ið eru 7 ár og eldri.
Hetta hevur ta vanlukkuligu avleiðing, at tað í løtuni eru nøkur heilt fá børn yngri enn 7 ár, ið ikki røkka aldursmarkinum, og verða slept upp á fjall. Vit eiga eitt teirra.
Tá sonurin ikki sleppur inn á einasta stovnin, ið er gjørdur til børn við serligum tørvi, hava vit tveir møguleikar eftir. Antin verur annað okkara heima og ansar soninum, ella fáa vit ein stuðul frá Almannastovuni, sum kann hava dreingin, ímeðan vit eru til arbeiðis.
Trupulleikin er bert, at hvørki vit ella ein stuðul frá Almannastovuni eru fakfólk. Vit kunnu gera okkara besta, men tað hjálpir ikki dreinginum við hansara menning. Vit duga ikki at nøkta hansara serliga tørv, tað mugu fakfólk til. Tí er hvørgin av møguleikunum ein nøktandi loysn.
Vit skilja á lagnum, at tað er ein spurningur um pengar. Men pengar skulu nýtast til dreingin óansæð –antin til mista arbeiðsinntøku til annað okkara, tí vit noyðast at vera heima hjá heilaskadda barni okkara, ella til ein stuðul. Hví ikki heldur nýta peningin, har hann veruliga ger mun?
Skúlastjórin hevur játtað at taka hesi børnini inn á skúlan, um bert peningalig játtan fylgir við. Og tað er greitt, at sonur okkara ikki kann bíða eftir hjálp til smábarnamenningina, inntil hann verður 7 ár.
Tá tað snýr seg um tað dýrabarasta, vit hava, kunnu vit ikki gera neyðsemjur. Serliga ikki, tá tað gongur út yvir menningina og harvið lívsmøguleikarnar og lívsgóðskuna hjá soni okkara.
Tí noyðast vit at spyrja: Vilja tit gjalda og geva lítla soni okkara ein møguleika? Ella skulu vit flyta og fáa neyðugu hjálpina uttanlands?
Við vón um skjótt svar.