Vælsignaði tit, gerið kappróðurin áskoðaravinarligan

Sigrún Brend

???
Nú tosað verður um at kappróðurin skal endurskoðast, havi eg eitt ynski. Gerið eina skrá har tey, sum koma at hyggja eftir kappróðri, kunnu síggja, hvørji nummur bátarnir hava, hvaðani teir eru, hvar teir liggja á startinum, hvønn lit teir hava og ikki minst hvussu bátarnir liggja fyri í FM kappingini. Tað mátti verið so líka til hjá Róðrarsambandinum at fest hetta á blað og givið teimum, sum ótroyttiliga koma at hyggja eftir kappróðri. Hondbólts og fótbóltsfeløg gera skráir til dystirnar, so kann kappróðurin eisini gera tað
Fáið nú kappróðurin dagførdan, - ólavsøkan nærkast!