Eg heitti ferð eftir ferð á føroysku myndugleikarnar at fáa oljuna upp úr skipinum, men svarið var, at teir fingu ikki herbergað henni, og tí varð hon verandi umborð, segði Yuriy Matveen, skipari á Olshanu undir sjófrágreiðingini í morgun.
Avhoyringin av skiparanum varð rættiliga drúgv, hon byrjaði klokkan gott átta í morgun og var ikki av fyrr enn farið var av hálvgum tólv.
Skiparin Yuriy Matveen greiddi frá, at teir vóru komnir undir Íslandi við 257 tonsum av fiski,og lógu á reduni í Havn undan Ólavsøku. Eftir høgtíðina fóru teir inn á Kollafjørð at leggja veiðina upp. Í tí sambandi sendi Havnarskrivstovan loðsin, Asbjørn Heinesen umborð, og hann loðsaði Olshanu innar á Kollafjørð.
Tá lastin var løgd upp á frystihotellinum, skuldi skipið eftir ætlan til Havnar aftur at bunkra olju, men at tí at teir ikki sluppu framat í Havn, varð gjørt av at bunkra í Kollafirði. Bunkrað vóru 270 tons av olju, og saman við teimum 30 tonsunum, ið vóru í skipinum, var Olshana fult bunkrað.
Hartil kom so eisini eini tíggju tons av smyrji- og hydraulikkolju, so tilsamans hevði Olshana 310 tons av olju umborð, tá teir fóru av Kollafirði hóskvøldið 2. august um 18.40-tíðina.
Teir høvdu ikki biðið um loðs, men skiparin metti tað vera frægast at halda somu leið út aftur, sum teir komu inn við loðsinum. Men neyvt somu leið hava teir ikki hildið, tí um 19.15 tíðina stóð Olshana á flesjunum.
Trettan ár umborð
Skiparin greiddi frá, at hann hevði skiparaprógv og hevði ført Olshanu í trettan ár. Hetta er aðru ferð, at Yuriy Matveen er í Føroyum, og hann helt seg vera yvaleysa langt frá flesjunum, tá teir fóru av Kollafirði hetta kvøldið.
Skiparin tosaði í »kápillongdum«, ein longd, sum svarar til ein tíggindapart av einum fjórðingi. Tá teir sigldu inn á Kollafjørð vóru teir umleið fýra kápillongdir vestan fyri flesjarnar, og á veg út aftur vóru hann og stýrimaðurin samdir um, at halda seg tríggjar kapillongdir vestanfyri. Tá Olshana stoytti, vóru teir sambært skiparanum 2,46 kápillongdir vestanfyri flesjarnar.
Oljan var goymd í 12 ymiskum tangum, og semja var millum skipara og masinmeiswtara um, at hol helst rættiliga skjótt ert komið á tanga nummar átta. Tó segði skiparin, at olja ikki sivjaði úr skipinum beinanvegin.
Eftir stoytin gav skiparin beinanvegin boð um at kanna skrokkin á skipinum, og innan fimm minuttir hevði hann sent út neyðarkall.
Tjaldrið var rættiliga skjótt á staðnum, og eisini ein annar bátur, sum skiparin segði líktist einum sleipibáti. Hesin hevði oljusperringar á dekkinum, men hóast skiparin á russiska skipinum segði seg beinanvegin heita á føroysku bjargingarliðini um at fáa lagt hesar út, men kortini gingu fleiri tímar, áðrenn hetta hendi.
Oljuna úr skipinum
Hóast skiparin tosaði russiskt unbdir sjófrágreiðingini, so var samskiftið millum hann og føroysku myndurleikarnar farið fram á enskum hetta kvøldið og náttina. Men hetta hevði ikki borið nakrar trupuylleikar við sær.
Tá talan gjørdist um at royna at fáa skipið av flesjunum aftur, heitti russiski skiparin enn einaferð á myndugleikarnar umikki at gera nakra roynd í so máta, áðrenn oljan var tømd úr skipinum.
Tað var púrta greitt fyri mær, at minsta óróð kundi skaða skipið og orsakað ein oljuleka. Tí var tað í mínari verð átrokandi neyðugt at fáa pumpað oljuna úr Olshanu. Bæði tí at vandin fyri umhvørvisdálking var so stórur, men eisini tí at skipið hevði lætnað eini 300 tons, varð oljan pumpað úr, segði skiparin.
Men eingin var at taka ímóti oljuni úr russiska skipinum, og tí gjørdist endin tann, at Olshana at enda varð skrykt av flesjunum við tí úrsliti, at hon sakk.
Sambært skiparanum hevði tað verið møguligt heilt til tað síðsta at fingið oljuna upp, tí úttøk vóru á dekkinum, sum oljan kundi verið pumpað upp ígjøgnum, eisini hóast maskinrúmið var fylt við sjógvi.
Hinir russisku sjómenninir vóru eisini avhoyrdir í mogrun, og teir kundu bert vátta frágreiðingina hjá skiparanum.