- Statoil, Tórshavnar Súkklufelag, løgreglan og aðrir fyrireikarar hava gjørt eitt sera gott arbeiði at fyrireika hesa kapping, segði Bogi Kristiansen eftir sigurin sunnudagin.
Hann var vælnøgdur, og tað er ikki so løgið. Maðurin á øðrum plássi, Anders Michaelsen, súkklar nevniliga í A bólkinum í Danmark, meðan hann sjálvur er í B bólkinum, og er hetta triðja góða avriki hann hevur framt seinastu tíðina. Umframt gullið sunnudagin vann hann bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikunum á Man, og so vann hann eisini DM fyri menn yvir 30 ár.
"Shell liðið" ongan týdning
Spurdur, hvussu hendingin um teir fýra súkklararnar, sum valdu at fara úr kappingini, kemur at ávirka kappingina í framtíðini, svarar Bogi:
- Hetta rokið kemur ikki at hava stórvegis týdning í framtíðini. Talan er ikki um heimskendar súkklarar sum Bjarne Riis, sum við ringum tannabiti fara aftur til Danmarkar. Fyri tað um fýra súkklarar ikki koma aftur, kunnu aðrir tíggju eins sterkir saktans koma næsta ár, sigur Bogi Kristiansen.
Grov provokatión og vánalig argument
Bogi Kristiansen sigur í samband við umtalaðu hending, at hetta var einki minni enn grov provokatión.
- Tað var heilt týðiligt, at teir koyrdu sum eitt lið, og argumentini hjá teimum hanga yvirhøvur ikki saman, tá teir royna at avsanna hetta.
Bogi vísir eisini á, at tað er merkisvert, at allir sum ein fóru úr kappingini. Hann sigur, at um teir høvdu koyrt sum einstaklingar, hevði avgerðin ikki verið tikin sum ein bólkur.
- Tað, at allir góvust, symboliserar, at teir eru eitt lið, og at teir tóku avgerðina sum eitt lið, vísir Bogi á.
Bogi Kristiansen sigur, at sær ein burtur frá hesi hending, var kappingin sera væleydnað, og fyrireikararnir hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði.









