? Tað gekk ordiliga væl hjá okkum í dag, vit vóru allar konsentreraðar og róðu væl, haldi eg. Vit ivaðust hvat nummar vit blivu 2 ella 3, og blivu sjálvandi glaðar, táið vit hoyrdu at vit vórðu nr 2. Vit vistu áðrenn, at Jarnbardur allarhelst fór at gerast meistari í dag. Kappingin hevur ikki verið so spennandi, men man skal vera glaður hinavegna, og tær hava róð væl, sigur Elsa Olsen.
Hon sigur, at hóast kappingin er avgjørd, so verður hørð venjin á skránni, næstu dagarnar. Tær fara ikki at seta seg hendur í favn og geva upp, hóast alt er avgjørt.
? Vit hava róð leingi, men hetta er síðsta árið vit rógva saman, og eg haldi at vit allar eru vælnøgdar við kappingina og silvurið.










