VÆLNØGDA FJØLDIN

Klokkan átta um morgunin ringja skúlaklokkur um alt landið inn, og í flestu bygdum fara børn í skúla

Vit liva í einum sera góðum samfelagi, har øll hava møguleika fyri at ganga í skúla og fáa sær eina útbúgving.

Nógvar útbúgvingar eru í at velja, og um vit ynskja eina aðra útbúgving, enn vit kunnu fáa her á landi, so kunnu vit søkja inn á lærdar háskúlar í t.d Danmark á líka fót við onnur í danska ríkinum.

Um børnini gerast sjúk, so hava vit eisini møguleika fyri at verða heima frá arbeiði og sjálv ansa eftir teimum. Gerst neyðugt at fara á sjúkrahús, so eru fleiri í at velja, heili trý hava vit og gerst neyðugt, so hava vit altíð eina opna billett til Ríkissjúkrahúsið í København. Ja, vit hava so nógv gott og hava so góðar møguleikar, at sjálvt um vit bert eru umleið 50.000 fólk, so eru vit so at siga ikki avmarkað av hesum - og í veruleikanum er ikki nógv annað enn veðrið at finnast at viðhvørt.

 

Eg haldi, at vit ofta hava hug at isolera okkum, eingin skal bestemma yvir okkum og eingin skal bestemma, hvat vit skulu halda og serliga gera. Hetta er als ikki rætt! Vit liva í einum samfelag, sum er partur av einum heimssamfelag, og tí er neyðugt at tillaga seg øðrum. Um vit ikki vilja tað, so er tað sjálvandi eitt val, og so noyðast vit at betala tann prísin, sum tað nú einaferð fer at kosta - eg meini so við, at um t.d okkara kundar ikki vilja keypa fiskin frá okkum, um

vit drepa grind, so noyðast vit at gera upp - hvat hevur størst týdning. Eg haldi, at okkara bestu møguleikar liggja í at økja um samstarvið við umheimin. Vit eru í dag partur av danska ríkinum og gevur tað okkum nógvar møguleikar, sum vit annars neyvan høvdu havt. Sum áður nevnt eru skúlar og Ríkissjúkrahús nøkur dømi um hetta, og seinast eru bankapakkarnir eisini eitt gott dømi!

 

Tori illa at hugsa um, at vit kanska høvdu verið í somu ræðuligu støðu, sum íslendingar eru í í dag, um ikki okkara peningastovnar høvdu verið uppi í bankapakkunum úr Danmark.Vit kunnu tó ikki bara hugsa um ríkisfelagsskapin sum nakað fíggjarligt! Tað eru eisini sterk søgulig og mentanarlig bond landanna millum.

 

Vit hava uttan iva møguleika at koma nærri ES og harvið fáa møguleika at forhandla okkum til so góðar umstøður sum gjørligt.Åland hevur fingið eina varandi avtalu við ES um tollfríu søluna, sum teir liva væl av, tí ferðavinna er teirra høvuðsvinna.Okkara høvuðsvinna er fiskivinnan - og skuldi verið løgið, um vit ikki kunnu fáa eina lagaliga avtalu um fiskivinnuna á sama hátt sum Åland fekk um tollfríu søluna.

Sum sagt, so er tíð uppá, at vit verja tað samstarv, vit hava í dag og royna at víðka um hetta.Hetta er jú eitt samstarv - talan er ikki um, at onnur hava vald á okkum.

 

Vit hava eitt fólkavalt stýri, men er hetta kanska eitt veikt demokrati. Hyggja vit t.d eftir

grannalondunum hjá okkum, so eru flestu lógir samtyktar við stuðli frá andstøðuflokkum - hetta er í Føroyum næstan líka óhugsandi, sum at hava summar í Føroyum alt árið. Vit velja nøkur fá fólk at taka allar avgerðir, og soleiðis má tað sjálvand verða, men tað er ikki altíð, at meirlutin av fólkinum heldur, at avgerðin er røtt ella at meirlutin skilir avgerðina - og tí mugu vit siga frá - ja rópa hart! .

Vit hava ofta sæð í heimssøguni, at ræðuleikar eru farnir fram av nøkrum fáum,

meðan fjøldin stendur tigandi - t.d hava nøkur fá fólk í Íslandi togað alla fjøldina við niður í díkið.

 

Vit hava minkað um blokkstuðulin, og higartil eru upp ímóti tríggjar milliardir krónur færri komnar inn í samfelagið. Vit mugu standa við tær avgerðir, sum okkara fólkavaldu hava tikið og er neyvan rætt at hækka blokkin aftur, men okkara løgting kann inflatiónstryggja blokkin, so hann um ikki annað ikki minkar í virði.

Sjálvandi sæst tað, tá so nógvir pengar eru vekk, men skulu vit framhaldandi kunna bjóða okkara borgarum eitt gott samfelag, við teimum møguleikum sum vit kenna í dag, so er alneyðugt, at vit broyta hugburð og siga frá - ikki bara tá nakað er skeivt, men eisini tá avgerðirnar eru góðar - so okkara eftirkomarar ikki bara fara at minnast okkum, sum tann stóra tigandi fjøldin, men framhaldandi verður vælnøgda fjøldin.