Undir viðgerðini av játtanarkørmunum fyri komandi árini, hevur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristin Háfoss, Tjóðveldi, havt orðið.
Hon segði seg vera væl nøgd við tað, sum framsøgufólkini hjá flokkunum hava sagt um karmarnar. Millum annað helt hon, at tað er neyðugt at fara at rinda skuld aftur.
Hetta var eisini nakað, sum framsøgufólkini søgdu, tí høg skuld ger, at Føroyar búskaparliga eru sábarar, tá ið rentan hækkar.
Um lítlu rentuna segði landsstýriskvinnan, at her er talan um eina nýggja uppseting av rentuni. Hetta var gjørt eftir tilmæli frá Fígging Landsins. Tann rentan, sum stendur í kørmunum er tí 44 milljónir í útreiðslum og so verða aðrar rentur - inntøkur - drignar frá.
-Men eg skilji væl, at framsøgufólkini undrast, men talan er altso um ein annan máta at seta tølini upp uppá, segði Kristina Háfoss.
Hon kundi ikki uppá standandi fót svara, hvussu tølini høvdu verið, vóru tey gjørd upp, sum tey hava verið uppgjørd higartil










