Fótbóltur
Eftir at vábingar hálvgum tjóvstartaðu við nýggja vøllinum, tá HB vitjaði í steypakappingini, skuldi nýggi vølluri á Eiðinum takast alment í nýtslu leygardagin, tá ÍF kom suður.
Undan dystinum var greitt, at báðir partar vóru noyddir at gera nakrar umskipanir á liðnum. Hjá VB var Anders Sørensen úti við skaða, og í hansara stað kom Mikael í Lágabø inn til sín fyrsta dyst á besta liðnum í ár. Hartil var Dan Djurhuus fluttur aftur á miðvøllin, meðan Birgir Jørgensen aftur var í álopinum, og sum heild skuldi hetta vísa seg at vera eitt gott hugskot.
Serliga í fyrra hálvleiki lá nevnliga væl fyri hjá Dan at koma ígjøgnum í høgru, og ferð eftir ferð stóðust vandastøður av hesum.
Fuglfirðingar høvdu tó eisini sínar umskipanir at dragast við. Eitt var, at Bartal Eliasen nú var tøkur aftur, og tí skuldi rúm finnast fyri honum. Tað í sjálvum sær vildi nokk bara verið ein gleðiligur trupulleiki hjá venjaranum, um tað var einasta broytingin, men tað var tað so ikki. Ikki færri enn fimm av vanliga føstu leikarunum vóru burtur frá hesaferð, og so sigur tað seg sjálvt, at tað kann gerast trupult at finna røttu samansetingina.
Málið opnaði trýstið
Fyrstu løtuna var tað tó ÍF, sum royndi at trýsta, men teir fingu sum frammaná, tá VB longu í fyrstu atsóknini fekk bóltin í netið. Símun Samuelsen fekk bóltin eftir hornaspark, og umvegis ein ÍF-fót streyk bólturin í málið, tá ungi vágbingurin meddaði móti málinum.
Eftir hetta mundi tað vera VB, sum var omaná, men hóast fleiri góðar royndir, so eydnaðist ikki at økja um leiðsluna.
Eftir steðgin javnaði dysturin seg heilt nógv. VB royndi framhaldandi at trýsta, men fuglfirðingar lógu eisini framvið, og tað var ikki heilt misvísandi, tá afturkomni Bartal Eliasen var hægstur og stútaði innlegg í kassan.
Hetta var ein lítil skelkur hjá vágbingunum, men lítla løtu seinni kundu teir tó aftur draga andan lættari, tá Mindaugas sendi fríspark beinleiðis í kassan. Seinastu løtuna royndu fuglfirðingar at tveita nógv fólk fram í royndunum at javna, og hetta opnaði fleiri hol í verjuni.
Eitt av hesum nýtti innskifti Palli Augustinussen til at sleppa sær leysan, og einsamallur við ÍF-málverjanum sveik hann ikki.
Kósin er greið
Og við sigrinum tykist tað, sum VB av álvara hevur sett kósina uppeftir. Saman við B36 og NSÍ eru teir nú á triðja plássinum í landskappingini við átta stigum, og so er spurningurin, hvørt teir eisini megna at fáa fult, tá teir komandi vikuskifti vitja á Toftum, har eitt stigaleyst heimalið tekur ímóti.
ÍF skal tá á vitjan á Eiði, og einki er at ivast í, at nógv stendur á til hendan dystin. EB/Streymur er fimm stigum statt beint omanfyri ÍF, og skal nøkur fjarstøða skapast til botnin, eru trý stig av alstórum týdningi fyri báðar partar.