Tað var sera harmuligt, at umstøðurnar í Klaksvík skuldu vera, sum tær vóru, tá síðsti landskappingardysturin á árinum varð spældur, og klaksvíkingar og norðoyingar ? teir sum búgva har norðuri, teir sum búgva aðra staðni og sanniliga eisini aðrir, sum vóru komnir bæði úr Danmark og aðra staðni frá úr Europa ? skuldu heiðra KÍ, sum vann seytjanda meistaraskapin.
Tveir tímar undan leikbyrjan fór at regna, tað oysti niður allan seinnapartin, og hóast bara tveir tímar vóru frá fyrsta dropanum og til dystarbyrjan, so stóða stórir partar av vøllinum undir í vatni, tá Niklas á Líðarenda bríkslaði fyri fyrstu ferð.
?Trupulleikarnir eru ikki nýggir. Teir hava verið síðani vøllurin varð skiftur út, men hetta hevur ikki gjørt ónáðir í ár, tí tað hevur verið so vælsignað turt.
Hetta sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna eigur vøllin í Klaksvík, og tí er tað teirra ábyrgd, at umstøðurnar eru, sum tær eiga at vera:
? Næstformaðurin í Fótbóltssambandinum, Børge B. Hansen, segði okkum leygardagin, at teir í FSF fara neyvan at góðkenna, at tað verður spælt á sovornum undirlagi, sum tað her hjá okkum leygardagin, og tað er bara ein orsøk til, at vit fara at gera nakað við hetta.
Týskararnir ábyrgdina
Tá klaksvíkingar í 1988 fingu graslíkisvøll var drenskipan gjørd undir graslíkinum, og øll tey árini, sum tann vøllurin varð brúktur, vóru eingir trupulleikar av vatni á vøllinum. Í fjør varð nýggjur vøllur lagdur á, og síðani tá hava trupulleikar verið av vatni.
? Vit eru sera væl nøgdir við vøllin undir vanligum umstøðum, men vatntrupulleikarnir eru komnir, síðani vøllurin varð skiftur út, staðfestir býráðsformaðurin í Klaksvík, og hann útgreinar:
?Teknikararnir siga, at tað er fómundirlagið, sum teir kalla tað, ið forðar fyri, at vatnið setur frá vøllinum, og hetta hava vit boðað stjóranum í týska felagnum Polytan og føroyska umboðsmanninum hjá felagnum, Osvaldi Simonsen, frá.
Tríggir týskarar vóru fyri tveimum mánaðum síðani og kannaðu vøllin og gjørdu onkrar royndarboringar, og sambært býráðsformanninum halda teir, at tað ber til at fáa skil á hesum, uttan at undirlagið verður skift út.
? Tað blanda vit okkum ikki í. Vit hava havt drúgvt samskifti við týska felagið, og teir vita, at vit góðkenna ikki annað, enn ein vøll, sum er í tí standi, sum ein nýggjur vøllur eigur at vera í, og so er tað upp til teir at skipa fyri, um hetta verður gjørt við verandi vølli, ella um nýtt undirlag skal leggjast undir vøllin, sigur býráðsformaðurin í Klaksvík.