Føroysku landsliðsspælararnir vandu fyrr í morgun á ovara vølli í Gundadali. Lagið í hópinum tykist vera rættiliga gott, og allir spælararnir hava tikið lut í venjingini í morgun.
Onkrir smásnuddir eru sjálvandi í hópinum, og m.a. fór ein av spælarunum at bløða í nøsini eftir ein hendiligan samanstoyt. Hetta var tó ikki nakað álvarsligt, og tí sær út til, at landsliðsvenjarin hevur allar spælararnar tøkar til leygardagin.
Annars hevur eisini nógv verið tosað um, hvussu standurin á sjálvum vøllinum fer at vera hesa ársins tíð, og her tykist bæði vallarvørðurin og landsliðsvenjarin at vera samdir.
Jógvan Martin Olsen heldur ikki, at hann nakrantíð hevur sæð vøllin í so góðum standi, meðan vallarvørðurin, Jens Ingolf Poulsen er samdur. Tí vera umstøðurnar at spæla fótbólt á Tórsvølli leygardagin helst sera góðar.