Vøllurin forðaði ummælum

Til landsdystir hava vit vanliga ummæli av avrikinum hjá hvørjum spælara sær.

Rennváti vøllurin leygardagin gjørdi tó sítt til, at tað man vera so sum so við virðinum og rættleikanum í slíkum ummæli.
Ikki tí. Hvør einasti spælari á føroyska liðnum stríddist manniliga, men fótbóltsliga var mest sum einki grundarlag at gera nakra ítøkiliga meting av avrikinum. Tí verða spælaraummælini ikki gjørd eftir Ukraina-dystin.
-mørk