Wayne Rooney er seinasti spælarin í eini røð av spælarum, sum hava brotið eitt bein í fótinum, og nú skriva enskir fjølmiðlar um orsøkirnar til hetta. Onkur vil vera við, at tað eru teir nýggju og løttu gaggurnar, sum hava ein part av skyldini. Danny Murphy, miðvallari í Tottenham, heldur, at tað eru vøllirnir, sum eiga ein part av ábyrgdini.
- Vøllirnir verða røktir øðrvísi nú enn áður. Teir skulu vera fastir í tí, so at fótbóltsspælið kann verða so gott sum gjørligt, men føturnar hava tað ikki gott á hesum vøllum, tá ið nógvir dystir verða spældir eftir stuttari tíð, sigur Danny Murphy við The Sun.










