Talv
34 ára gamli Ivan Sokolov, sum nú umboðar Holland, kennur seg ivaleyst væl til rættis í heimbýi sínum Sarajevo í Bosnia-Herzegovina. Hann er styrkismettur fjórðhægstur aftanfyri Alexei Shirov, Rustam Kasimdzhanov og Evgeny Bareev, men hevur lagt teir væl aftur um seg, nú tvey umfør resta í.
Oddamaður frá byrjan av
Sokolov, sum í árunum 1992-97 fleiri ferðir vitjaði Føroyar, og serliga Havnar Telvingarfelag, legði út sum ein stormur og hevði 2,5 stig eftir trimum umførum, og var tá saman við 16 ára gamla Radjabov á odda. Hesir báðir hittust í fimta umfari í einum sonnum oddabraki. Sokolov hevði hvíta fólkið, og varð eitt skifti í miðspælinum trýstur av unglinginum. Rutinan og sjálvandi eisini styrkur avgjørdi helst talvið, tá Sokolov seint inni í miðspælinum fekk lumpað Radjabov við einari taktiskari finessu.
Í triða umfari hitti Sokolov ratingfavorittin Shirov við svarta fólkinum. Ein tung uppgáva, og hóast at Shirov telvaði sína eyðkendu kompromileysu álopstelving, stóð Sokolov stinnur, og hevði, tá eldurin hevði lagt seg, enntá eina meirfinnu í endatalvinum. Ógjørligt var tó at vinna endatalvið, og javnleikur bleiv úrslitið. Eitt gott úrslit hóast alt hjá fryntliga talvvini okkara.
Ein eins avbjóðandi uppgáva hevði oddamaðurin í sjeynda umfari, tá hann førdi svarta fólkið ímóti Bareev. Eitt skifti hevði Bareev helst vinnandi fyrimun, men tað er ikki uttan orsøk, at Sokolov er kendur fyri at stríðast manniliga við tolsemi til síðsta leik. Hesin góði eginleiki gav honum loksins ein góðan javnleik djúpt inni í endatalvinum.
Støðan eftir 7. umfar
Sokolov (2677)5,5
Kasimdzhanov (2680)4,5
Movsesian (2659)4,5
Radjabov (2644)4,5
Shirov (2735)4,0
Bareev (2734)4,0
Kurajica (2551)3,5
Kozul (2601)2,5
Damljanovic (2587)1,0
Dizdarevic (2491)1,0
Óvæntað er, at Shirov og Bareev ikki eru í absolutta toppinum. Bareev tapti tvey tey fyrstu umførini, og talan er tí um eitt gott comeback hjá honum, sum tó ikki verður nóg mikið til at vinna kappingina. Shirov hevur leikt heili seks javnleikir, og bert vunnið eitt talv. Ikki hansara vanligi stílur, men kortini hava talv hansara verið áhugaverd og drúgvir javnleikir.
Sokolov hittur Movsesian og Kasimdzhanov í seinastu umførunum. Tvær toppuppgerðir, sum Sokolov helst verður mettur sum favorittur at vinna vegna hansara góðu úrslit higartil og status sum oddamaður í 33rd Bosnia Tournament.










