Handil
Allan vegin frá Selatrað í hálvtrýssunum via Saltangará í fýrsunum og fram til dagin í dag hava perpektivini peikað javnt og støðugt uppeftir, við nøkrum minni slakkum í teimum minni góðum tíðunum. Handilsvirkið sum Klement Petersen í sínari tíð setti í gongd fer nú gjøgnum sítt annað generatiónsskifti í og við at høvuðseigarin Símun Mittún, sum hevur stýrt tey seinastu meira enn tjúgu árini, leggur frá sær sum stjóri. Jan Danielsen hevur ístaðin yvirtikið stjórasessin sum ein av fýra nýggjum partnarum í partafelagnum Klement Petersen.
- Tíðin er nú búgvin til at yngri kreftir taka um endan, viðmerkir Símun Mittún, sum framvegis tó ikki hevur ætlanir um at heilt leggjast heima.
- Eg havi ikki so lætt við at bara sleppa endanum her so eg komi at virka sum nevndarformaður og fyribils framhaldandi hava ein virknan leiklut í fyritøkuni, greiðir Símun Mittún frá í samrøðu við Sosialin.
Klement Petersen gjørdist av fyrstum tíð kent sum landsins leiðandi leverandørur av dynamitti. Virkið hevur altíð havt, og hevur framvegis, eitt gott orð á sær fyri góðan handilssið og fyri at veita dygdargóðar vørur.
Menningin hevur verið ódramatisk men stútt. Í 1977 vóru tvey starvsfólk, ídag eru tey níggju.
- Vit hava tíbetur altíð kunnað svara hvørjum sítt, sigur Símun Mittún.
- Hóast kreppan í hálvfemsunum eisini merktist, so varðveittu vit alla tíðina tamarhaldið á virkinum og tí fíggjarliga.
Sortimentið er ógvuliga fjøltáttað men kann í stuttum lýsast sumt variatiónir yvir temaið byggitilfar. Millum teir grundleggjandi partarnar í hesum tema finnist framvegis spreingievni, tó í lutfalsliga minni mun enn fyrr. Køkarnir og hvítvørurnar taka seg meira sjónliga út í handlinum við Heiðavegin men tað er eisini tí at spreingievnið hevur egna 500 fermetra goymslu uppi í Húsatoft nær við Glyvradal.
Hurðar og trygd
Partafelagið Klement Petersen er kent millum fólk í byggivinnuni sum veitari av byggitilfari men eisini sum veitari av heilum bygningum til ídnaðarlig og onnur endamál umframt komponentum til tílíkar bygningar. Felagið hevur leverað eitt tal av hallum til vinnulívið, millum annað hallir hjá Havsbrún í Fuglafirði, Bakkafrost á Glyvrum og Beta í Runavík umframt Kassamiðstøðina á Toftum; til dømis leveraði fyritøkan eisini tann nýggja skúlabygningin í Runavík, eitt byggiprojekt ið gekk metskjótt fyri seg: tríggjar mánaðir frá ordra til at innflytingarkláran bygning.
Í løtuni hevur Klement Petersen tvær hallir í gerð, eina í Fuglafirði fyri Bergfrost ið eisini skal hava ?bip?-støð, og eina á Lambareiði fyri Runavíkar kommunu.
- Tá vit levera bygningar gera vit tað í samstarvi við byggifeløg, greiðir Jan Danielsen frá.
- Vit nýta ymisk byggifeløg men Byggi-Service og Articon er eitt gott dømi um góðar samstarvsfelagar. Vit útføra soleiðis ikki sjálvt byggiarbeiðið men standa hinvegin fyri planlegging, fígging og projektleiðslu umframt at vit lata byggitilfarið.
Ídnaðarhurðar er eisini eitt av høvuðsproduktunum. Felagið hevur leverað mangar slíkar og hevur í tí sambandinum eisini eina tænastuskipan við regluligum eftirliti og viðvíkahaldi.
- Tíverri hava vit í Føroyum enn ikki fingið trygdarreglur á hesum øki, viðmerkir Jan Danielsen.
- Men vit hava eina tænastu sum uppfyllir strong trygdarkrøv mótsvarandi reglur í øðrum londum. Slíkar hurðar eru hóast alt ikki heilt vandaleysar.
Breið bakgrund
Eitt er tað ídnaðarliga, eitt annað tað fólksliga. Klement Petersen eru ikki minst kendir fyri at selja kvalitets køkar frá Tvis umframt hvítvørur og alskyns annað til heimið.
Í næstum er ætlanin at gjøgnumføra moderniseringar í handils- og skrivstovubygninginum hjá Klement Petersen. Hetta er møguligt eftirsum at felagið nýliga hevur bygt sær eina goymsluhøll á Rituvíkshálsi. Við einari gólvvídd upp á 1400 fermetrar, fríger hendan høllin hópin av plássi í sjálvum handlinum.
- Her nóg mikið at tríva í hjá mær, staðfestir Jan Danielsen.
- Vit fara at halda somu linju sum felagið alla tíðina hevur havt og ikki at gera nakrar kollveltandi broytingar. Hinvegin hava vit beint nú eitt gott høvi til at modernisera í handlinum, ikki minst hvat innrætting og framsýning viðvíkur.
Tann nýggi stjórin hevur eina ógvuliga breiða bakgrund, bæði praktiskt, handilsliga og umsitingarliga. Upprunaliga útbúgvin sum bilmekanikari og síðani maskinist, fyri síðani at taka skrivstovu útbúgving og Hægri Handilsskúla og aftan á tað HD í roknskapi, hevur tann 37 ára gamli Jan Danielsen yrkisroyndir sum mekanikari, verkførari, handilsleiðari, grannskoðari og fíggjarleiðari. Sum klaksvíkingur búsitandi á Nesi, er hann eisini limur í bygdarráðnum hjá Nes Kommunu, og haðani situr hann somuleiðis í Umboðsráðnum hjá SEV umframt at hann er limur í Toll- og Skattráð Føroya.









