Vælkomupakki frá borgarstjóranum

– Vágs kommuna hevur sett í verk nýggja skipan við vælkomstpakkum til tilflytarar. Endamálið við vælkomstpakkanum er at fáa tilflytarar at kenna seg serliga vælkomnar í kommununa.

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Hann sigur víðari, at tað hevur stóran týdning at fáa tilflytarar at føla seg vælkomnar í kommununi.
– Tí hava vit eisini gjørt av at bjóða tilflytarum í Vágs kommuni vælkomnan á hendan hátt, sigur hann.
Skipanin virkar á tann hátt, at tá ein familja ella ein persónur flytir til Vágs, fáa tey eitt vælkomstbræv frá Vágs kommunu og verða samstundis boðin á kommunuskrivstovuna, har tey fáa ein vælkomstpakka frá kommununi.
Við at bjóða tilflytarum á kommunuskrivstovuna, so fáa vit eisini møguleika at heilsa upp á tey persónliga og kunnu tá eisini greiða teimum frá møguleikum og tilboðum í Vágs kommunu. Hendan persónliga kontaktin hevur týdning, tí á hendan hátt fáa vit veitt tilflytarum eina góða tænastu frá fyrsta degi, sigur Dennis Holm.
Í vælkomstpakkanum eru praktiskir upplýsingar um Vágs kommunu við fløgu, DVD og bókum um Vágs kommunu. Tilflytarar fáa eisini eitt klippikort til svimjihylin í Vági soleiðis, at tey kunnu royna nøkur av tilboðnum, sum eru í Vági.