Nú er knøpp vika, til setanin av Oyggjaleikunum 2009 verður í Mariehamn í Álandi. Men longu um vikuskiftið vóru vælkomupakkarnir klárir til tey 3.200, sum antin eru luttakarar ella hjálparfólk. Í pakkanum eru ymiskir lutir og pakkin stendur klárur, tá ferðaløgini koma til Álands. Pakkarnir eru gjørdir í íshøllini í Mariehamn. Tað eru høvuðsstuðlarnir og stuðlar úr Álandi, ið hava goldið fyri innihaldið í teimum 3.200 kassunum.










