Góðu stevnugestir
og fuglfirðingar
Stevnutíð er summartíð. Longsti dagur er farin afturum - Jóansvøkuhald og -bál hava verið. Nú er so tíðin komin til at halda Varmakeldustevnu í Fuglafirði; fyri seinastu ferð í 1900-talinum.
Vit, sum búleikast við Fuglafjørð eru góð við hendan stað, og eru vit stolt av okkara vøkru fjøllum og náttúruni her. Tað er eisini við ávísum stoltleika, at vit bjóða gongutúrar til okkara minstu bygd í kommununi, Hellurnar, ið um góðan mánaða skal hátíðarhalda 150 ára dagin fyri fyrstu búsetingunum har.
Árið 1999 er eitt hendingarríkt ár fyri Fuglafjarðar Kommunu á fleiri økjum, og skal eg stutt nevna nakað í hesum sambandi.
Á vinnuøkinum verður gjørd ein djúpvatnskei, umframt at farið verður undir at gera ein tunnil afturat hinum trimum inn í fjallið. Afturat hesum verður nýggj brandstøð bygd, sum skal avloysa núverandi støð, ið stendur á havnaøkinum, soleiðis, at hesin bygningur, ella hetta økið kann nýtast til onnur vinnufremjandi endamál.
Tað er gleðiligt; ikki minst nú vit halda altjóða eldraár, at hava tikið eitt stásiligt hús í nýtslu til sambýli fyri eldri og óhjálpnar borgarar.
Kommunan hevur leigað hølir til at hýsa kommunulæknanum v.m. Hesi verða innrættað seinni í ár.
Eftir summarfrítíðina verður farið undir at kanna tørvin á bygging av íbúðum til ymisk endamál. Og vísir tað seg at vera ein gongd leið, verður farið undir hetta eftir skipanini hjá Húsalánsgrunninum.
Goymsluplássið hjá Fuglafjarðar Bókasavnið verður víðkað. Pláss er funnið at seta Høvdahúsini á, ið skulu vera karmur um virksemið hjá fornminnisfelagnum. Farið verður undir at projektera tilbygning til skúlan, so at hesin kann nøkta tey krøv, ið m.a. nýggja fólkaskúlalógin setir.
Mentanarhúsið verður stuðlað peningaliga, soleiðis at hetta vónandi kann takast í nýtslu um ársskiftið.
Dagrøkt er skipað fyri børn úr 0 til 8 ára aldur. Talan er í fyrstu syftu um 15 børn.
Farið verður undir at projektera vegin vestur í Bø, so farast kann undir arbeiðið fyrst í komandi ári. Byggisamtyktin, sum gongur út í ár verður endurskoðað.
Fuglafjarðar Kommuna var, sum nógvar aðrar kommunur í landinum, hart rakt av kreppuni, sum kom fyrst í nítiárunum. Tað er tíbetur tað gleðiliga hent, at hendan gongd er vend til tað betra. Tað eru komin nógv arbeiðspláss afturat seinastu tíðina. Her eru fleiri virkir í menning, og eru vit sera spent uppá virkið, sum eftir ætlan skal lata upp til heystar. Eisini er eitt nýtt skip komið til kommununa í ár.
Hóast hesi góðu útlit eru fyri virksemi, so mugu vit tó viðganga, at vit ikki eru so nógv øðrvísi fyri enn fleiri onnur støð kring landið, tá umræður at fáa ungdómin at støðast á plássinum. Hetta er ikki sagt fyri at finnast at, at ungdómurin fer burtur í útbúgvingarørindum, tvørturímóti; vit mugu hava útbúgvið fólk. Men, vit mugu samstundis arbeiða fyri, at tey, tá tey flyta heim aftur til Føroya, hava hug at flyta aftur í heimbygdina. Nakað, sum avgjørt kann vera við at stuðla hesum, er at tað verða skaptir fjølbroyttir møguleikar fyri størvum; t.v.s., at vit framvegis mugu arbeiða fyri at fáa flutt uppgávur frá landi til kommunur, umframt at dentur má leggjast á frítíðarvirksemi á staðnum.
Fuglafjarðar Kommuna er tilreiðar at taka ímóti slíkum uppgávum so skjótt sum landsmynduleikarnir eru klárir at leggja hesar út.
Á Varmakeldustevnu í ár er nógv á skránni, sum víst er aðrastaðni í blaðnum. Eg vil tí við hesum fáu orðum ynskja øllum, bæði úr bygd og bý hjartaliga vælkomnum til Fuglafjarðar við vón um, at vit øll fáa eina góða stevnu.
Hallbjørg Hansen,
býráðsformaður










