- Hetta er portrið hjá føroyingum út í heimin og hjá útlendingum inn til Føroya. Tað er umráandi at tú tekur væl móti fólki og tí er tað so umráandi, at tú eisini brúkar nakað at peningi upp á at byggja eina snotiliga floghavn.
Tað heldur Árni Winther, arkitektur. Saman við Selmar Nielsen Arkitektar, Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar og LBF ráðgevandi verkfrøðingar eru Árni Winther Arkitektar samtakið FAERPORT, sum hevur fingið tillutað uppgávuna at standa fyri heildarráðgevingini í samband við, at nýggja farstøðin skal projekterast og bjóðast út.
Logistiskar avbjóðingar fyri framman
Nú avtalan er undirskrivað millum P/F Vága Floghavn og FAERPORT, verður beint farið í gongd við at tillaga uppskotið og prosjektera arbeiðið. Sambært Árna Winther eru fleiri avbjóðingar, ið teir skulu snúgva seg rundan um.
- Tann stóra avbjóðingin er, at meðan arbeiðið stendur við, skal alt virksemi á flogvøllinum haldast í gongd og órógvast sum minst, samstundis sum at tað er ein hópur av trygdarkrøvum, ið skulu haldast, sigur Árni Winther. Ongum at siga eru hesi trygdarkrøvini ikki vorðin færri við árunum síðani yvirgangsálopini á World Trade Center fyri skjótt tíggju árum síðani.
Ein liður í arbeiðinum hjá FAERPORT verður sostatt at syrgja fyri at loysa logistisku avbjóðingarnar soleiðis, at flogferðslan verður tarnað sum minst, meðan bæði móttøku- og fráferðingarhøli, viðførishøli, verkstaður og eitt nú parkeringsøki verður bygt út.
Bretar og barakkir
Tá avgerðast skuldi hvør átti besta uppskotið, og harvið skuldi eiga rættin at standa fyri heildarráðgevingini, vóru tríggjar treytir, ið Vága Floghavn tilskilaði sær rættin at meta um uppskotini eftir. Hesar vóru byggilistarligu dygdini, kostnaðinum og skipanini av sjálvum arbeiðinum.
Tá FAERPORT hevur gjørt sítt uppskot, hava teir lagt dent á, at nýggi terminalurin skal hóska væl inn í lendið við flogvøllin. Sum tað eisini sæst á myndunum, er miðskeiðis í bygninginum ein stór bogað konstruktión, ið verður nýggja fráfaringarhøllin í Vágum.
- Tá vit hava gjørt uppskotið, hava vit havt í huga, at tað vóru bretar, ið bygdu flogvøllin. Eftir sær settu teir nógvar barakkir, ið høvdu somu bogaðu konstruktión, sum vit hava brúkt. Bogaði bygningurin vísir á bretska upprunan hjá flogvøllinum og líkist samstundis eini altjóða fráfaringarhøll, sigur Árni Winther.
Liðugt í 2013
Tekningarnar á síðuni her eru sum sagt bert eitt uppskot til, hvussu framtíðar fráfaringarhøll í Vágum fer at síggja út. Nærri detaljurnar verða ásettar nú tá farið verður undir at prosjektera uppskotið endaligt, og avhongur hetta eisini av hvussu stórur endaligi kostnaðurin verður av at leingja flogvøllin. Í síðsta enda koma pengarnir úr sama posa. Arbeiðið at tillaga uppskotið og prosjektera verður tó liðugt um sama mundið, sum æltanin er at verða liðugur við leinginina av flogvøllinum.
- Og gongur sum ætlað, verður arbeiðið at útbyggja fráfaringarhølini liðugt móti ársenda í 2013, sigur Árni Winther.
Hvat kostnaðurin á útbyggingini verður, fær Árni Winther ikki avdúkað, men í skjølum, sum vórðu send út í sambandi við útbjóðingina í fjør, varð mælt til at nýta tilsamans 126 milliónir krónur til at útbyggja sjálva farstøðina, við eini óvissu á 14 milliónir krónur hvønn vegin.