Á triðja sinni bjóða vit framsýnarum og vitjandi at vera hjartaliga vælkomin til altjóða fiskivinnuframsýningina North Atlantic Fish Fair.
Endamálið við framsýningini er at skapa møguleikar hjá føroyskum fyritøkum, við tilknýti til fiskivinnu í breiðastu merking at sýna fram tænastur og vørur fyri altjóða marknaðinum, á heimavølli, og á henda hátt í størri mun kunna um Føroyar og tær fjøltáttaðu tænastur vit kunnu veita á hesum øki.
Nú triðja framsýningin fer av bakkastokki, kunnu vit bara staðfesta, at hon er vorðin eitt afturvendandi tiltak. Tær báðar undan-farnu prógvaðu, at tørvur er á slíkari stevnu í Føroyum. Framsýnararnir, bæði føroyskir og útlendskir, hava tikið væl ímóti stevnuni og undirtøkan hesaferð stendur einki aftanfyri undanfarnu árini.
Tað seinasta árið hevur ein miðvís marknaðarføring av framsýningini verið í útlandinum, og er útlendski áhugin eisini væl størri fyri tiltakinum hesaferð.
Karmarnir eru nú enn betri, nú øll stevnan verður undir sama taki. Hetta fer vónandi at hava við sær, at allir luttakararnir, tað verið seg framsýnarar ella gestir fáa eina góða og hendingaríka North Atlantic Fish Fair 2005.
Vón okkara er, at North Atlantic Fish Fair 2005 kann verða við til at gera Føroyar og føroyskt vinnulív enn sjónligari á heimskortinum, okkum øllum til frama.
Góða framsýning.
Dánial Petur Hansen