Nýggja Vikuskifti leggur upp til eitt fjølbroytt vikuskifti. Vikuskifti skal upplýsa, undirhalda og kanska eisini arga eitt sindur til tíðir. Tosað verður við áhugaverda persónar um tað, sum liggur teimum á hjarta, ella tað, sum okkara lesarar vilja hava svar uppá. Leitað verður aftur um hendingar, sum eru frammi í tíðini ella gloymdar í tíðini. Og kagað verður eisini frameftir, har eingin okkara í grundini kann síggja.
Miðlarnir og møguleikarnir eru óteljandi. Ongantíð áður hava fólk kunnað fingið so nógvar upplýsingar og undirhald, sum tey kunnu við internetinum í dag. Og nú eru vit eisini farin at brúka part av okkara sosialu tíð á netverkum sum Facebook, Twitter og MySpace. Ferðin er hægri enn nakrantíð, møguleikanir fleiri, og spenningurin stórur. Og so kann onkur hugsa, hvat skal eitt nýtt Vikuskiftisblað bjóða, sum fólk ikki kunnu fáa frammanundan.
Avbjóðingin verður at gera Vikuskifti viðkomandi og serstakt. Við fjølbroyttum innihaldi á føroyskum máli um okkara samfelag og stóra heimssamfelagið vilja vit bjóða føroyingum ein nýggjan miðlamøguleika. Hesaferð er tað eitt prentað blað, sum tú kanst seta teg niður við at lesa. Og tað kann í grundini verða eitt vælsignilsi at sleppa at blaða í einari avís, nú tað er lættari enn nakrantíð at verða tikin av fótum á internetinum, sum ongan enda og onga byrjan hevur.
Vikuskifti fer at bjóða tykkum samrøður við fólk av ymsum slagi. Hesaferð práta við ein dana, sum hevur búð í Føroyum í langa tíð, og við eina kvinnu úr Brasil, sum er búsitandi í Vágum. Vit velja eisini størstu fótbóltsprofilarnar í Føroyum. Vit gera mat, geva ráð, hava meiningar og skemta okkum.
Við hesum vilja vit bjóða okkara lesarum vælkomnum til nýggja Vikuskifti.
Inna Törnroos
Eyðun Klakstein










