Vælkomin til ?nýggja? Portalin

Sum flest øll ivaleyst hava lagt til merkis, so hevur gamli portalurin hjá Føroya Tele broytt snið. Seinast Portalurin broytti snið var í 2003, og vit mettu sostatt, at tíðin nú var komin at geva Portalinum eitt sokallað ?Make Over?.

Við nýggja sniðinum hava vit serliga lagt okkum eftir at gera Portalin meira brúkaravinarligan og samstundis varðveita allar teir vældámdu tættirnar, sum hava verið við til at gera Portalin til mest vitjaðu føroysku heimasíðu seinastu 11 árini.

Einki er burtur

Um tú ikki finnur gluggan til Vevkamera ovast til høgru longur, so er hann tó ikki burtur. Gluggin til Vevkamera er bert fluttur eitt sindur longur niður á síðuna saman við myndafrásøgnum og kykmyndum.

Veðrið er hinvegin flutt upp og liggur nú ovast til høgru, soleiðis at tú fært eitt yvirlit yvir veðrið beinanvegin. Soleiðis hava vit roynt at flutt tey ymisku elementini, har tey hóska best.

Nýggir tættir

Vit hava ikki bara broytt sniðið á Portalinum. Vit hava eisini lagt nakrar nýggjar tænastur á síðuna so hon vónandi er enn betri hjá tykkum brúkarum. Nú eru t.d. partabrævakursirnir á føroysku feløgunum, sum eru skrásett á virðisbrævamarknaðinum, at finna her á Portalinum.

Seinni í vikuni kemur eisini ein teigur, sum vit kallað lýsingarbløð. Har ber til hjá tykkum at lesa nýggjastu lýsingarbløðini frá Miklagarði, FK og øðrum og soleiðis fáa lut í góðu tilboðunum, sum hesir handlar hava at bjóða.

Vinn við Portalinum

Mándagin 27. juli byrja vit við einum spennandi tátti her á síðuni. Tá byrjar nevnliga kappingin ?Vikan, sum fór? á Portalinum. Kappingin verður niðast á síðuni, og har kunna tit svara spurningum, um tað sum er hent í vikuni sum fór, og vera við í lutakasti um spennandi vinningar.

Vit vóna, at tit taka væl ímóti nýggja portalinum hjá okkum og fara at brúka hann minst líka nógv sum áðrenn. Talan kann sjálvandi vera um onkrar byrjunartrupulleikar hesa vikuna, tí enn arbeiða vit av øllum alvi við at betra um portalin. Vit vóna, at lesararnir bera yvir við okkum í hesum, og málið er heilt greitt, at vit vilja gera síðuna so spennandi sum tilber.

Vælkomin á nýggja Portalin hjá Føroya Tele.

Óli á Deild Olsen, leiðari, FT Online