19 atkvøður fyri og 14 í móti. Hetta er fantastiskt fyri samkyndu í Føroyum, og hetta er fantastiskt fyri tey samkyndu uttanlands, ið uttan iva kenna seg meir vælkomin at flyta aftur til klettarnar. Hetta er fantastiskt fyri føroyska samfelagið!
Stríðið var hart, nógvar vóru ákoyringarnar, og ávaringarnar vóru ikki tespiligar. Tó mugu vit staðfesta, at komandi tíðin ikki verður merkt av stríði fyri, at fólk og djór kunnu giftast. Tíðin verður ikki merkt av, at landið verður lagt í oyði.
Hinvegin verður komandi tíð merkt av gleði og trivnaði. Vit merkja, at her rúma vit minnilutum og vilja tryggja teimum grundleggjandi rættindi.
Skjótt verður endi settur á, at samkynd flyta av landinum orsaka av mismuni. Um eina tíð verður møguligt hjá samkyndum at gifta seg borgarliga, og tá kunnu vit hinvegin bjóða samkyndum aftur til einar litfagrar og rúmligar Føroyar!
Elsa Berg,
forkvinna Unga Tjóðveldisins