?Vælkomin til Hvalvíkar. Hjartaliga vælkomin á Sundalagsstevnu. Borgarstjórin í Hvalvíkar Kommunu tekur í móti á kommunuskrivstovuni, sum um nakrar mánar ikki verður kommunuskrivstova í Hvalvíkar Kommunu meira.
Hetta er seinasta Sundalagsstevna, sum hildin verður, meðan Hvalvíkar Kommuna er veruleiki, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu. Umframt Hvalvík hoyrir eisini Streymnes til kommununa, eins og Nesvík ger tað.
Tað er trivnaður í kommununi, greiðir borgarstjórin frá. Í dag búgva 407 fólk í Hvalvíkar Kommunu. Tað er tað mesta, sum nakrantíð hevur verið skrásett í kommununi, sigur hann.
Kortini heldur hann tað ikki vera skeiva avgerð at hava tikið at leggja saman við hinum kommununum, sum í felag mynda kommunusamtakið, ið eftir nýggjár fer at eita Sunda Kommuna.
Heðin Zachariasen metir ikki, at Hvalvík hevur mist ella fer at missa nakað við hesi samanleggingini. Heldur hinvegin, er hann sannførdur um.
Umsitingin verður bíligari, vísir hann á, og lættari verður hjá eini kommunu við ferfaldum íbúgvaratali at gera seg galdandi á ymsum økjum, heldur hann.
Hvussu gongdin hevur verið í kommunalpolitikki seinnu árini, sigur Heðin Zachariasen, at einki kann undirstrika hesa gongdina sum júst Sundalagsstevnan.
Sundalagsstevnan byrjaði í sjeytiárunum sum ein bygdarstevna í Hvalvík. Síðan hevur hon ment seg til at gerast ein ítróttarstevna við FM kappróðri, sum hildin verður á skift í trimum bygdum. Og hesar tríggjar eru nú allar farnar frá at vera sjálvstøðugar komunur til at vera lagdar saman í og við størri eindir. Hvalvík og Hósvík ganga saman við øðrum saman í Sunda Kommunu, og Kollafjørður er fairin upp í Havnar Kommunu, vísir hann á.
Tað er tó hóast alt við eitt sindur av sorgblídni, at seinasti borgarstjórin í Hvalvíkar Kommunu býður øllum gestum, høgum sum lágum, at vera hjartaliga vælkomin á Sundalagsstevnu í Hvalvík og Streymnesi 2004.










