?Nú eru vit við at vera heilt klár at taka ímóti øllum teimum mongu túsund festivalgestunum,? sigur Steintór Rasmussen, høvuðsfyriskipari av summarfestivalinum ?Allar fyrireikingarnar hava gingið rættiliga væl, og ongir stórvegis trupulleikar hava verið,? sigur Steintór.
?Ein munur frá undanfarnu festivalum og í ár er, at eingin spælir á stóra pallinum fyrsta dagin. Tað ger fyrireikingarnar eitt sindur minni hektiskar,? sigur Steintór.
?Ein festivalur er ein heildaruppliving, og tí hava vit aftur í ár sett eina spennandi og fjølbroytta skrá saman. Um eg skal velja ein bólk, sum eg eri serliga spentur uppá, so má tað vera Westlife. Men sum heild eri eg øgiliga spentur upp á allar tær løturnar, tá tær stóru fjøldirnar vera savnaðar,? sigur ein nógv upptikin Steintór at enda.









