Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, gevst í kommunal politikki eftir komandi kommunuval.
Borgarstjórin í Sørvági býður øllum stevnugestum vælkomnum á Vestanstevnu. Sørvágur fer at gera sítt besta til, at fólk fáa eina góða og hugnaliga uppliving á stevnuni, sigur hann.
Samstundis boðar hann frá, at hetta verður seinastu ferð, hann fer at standa í fremstu politisku røð, tá skipað verður størri tiltøkum í bygdini.
?Eg havi altíð verið av teirri fatan, at ein skal gevast, meðan ein sjálvur klárar at finna hurðina. Mær dámar ikki politikarar, sum skulu berast út, sigur Eivin Jacobsen.
Eivin jacobsen hevur sitið í bygdarráðnum í Sørvági í 12 ár, tá hetta skeiðið er runnið. Hetta seinasta skeiðið hevur hann verið bogarstjóri.
Ein tann seinasta stóra uppgávan, hann sum borgarstjóri hevur avgreitt, var undirskrivingin av samanleggingini millum Bíggjar- og Sørvágs Kommunur, sum fór fram í Tindhólmi tann 1. juli í ár. Við hesi samanleggingini er Sørvágs Kommuna vorðin tann størsta í Vágum. Eisini í fólkatali.