Fólkaflokkurin hevur altíð verið fúsur til at lagt lunnar undir føroyskt vinnu- og mentanarlív. Fyrsti formaður floksins var Jóannes Patursson ? eitt menniskja, sum skaraði framúr alt lívsskeið sítt og hvørs navn stendur skrivað í Føroya søgu fyri allar tíðir.
Fólkaflokkurin vil vera við til at skapa eitt gott samstarv í høvuðsstaðarøkinum. Ein triðingur av Føroya fólki býr her og umráðandi er at vit skapa øllum eitt so gott inntøkugrundarlag sum yvirhøvur gjørligt. Hetta hevur týdning fyri allar Føroyar.
Fólkaflokkurin vil stuðla øllum, sum vilja skapa nakað her í høvuðsstaðarøkinum. Vit vilja stuðla teimum, sum vilja skapa arbeiðspláss, skapa inntøkur fyri Føroyar, økja um okkara kunningartøkni, skapa vinnu innan handverk og mangt, mangt annað.
Fyrsta fortreyt fyri at tosa um barnarøkt, eldrarøkt og aðrar sosialar trygdir er at vit hava eitt gott inntøkugrundarlag í høvuðsstaðarøkinum.
Hesum vilja vit virka fyri.
Vinarligast
Bjarti Mohr,
valevni hjá
Fólkaflokkinum